Anna Falkenberg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur hóast ungan aldur longu drúgvar politiskar royndir.

Anna hevur verið forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung, og eisini hevur hon starvast í danska heilsu- og eldramálaráðnum. Seinastu árini hevur hon starvast sum politiskur ráðgevi hjá Edmundi Joensen á Fólkatingi.

Hetta er fyrsta setan á Fólkatingi hjá Annu Falkenberg, sum er onnur føroyska kvinnan, ið er vald beinleiðis á Fólkating.

Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligt støðufesti, vælferð og góð úrslit til Føroyar.

Vilt tú vita meira?

Arbeiðið á Fólkatingi fevnir víða og avgerðir verða tiknar, ið ávirka føroyingar – bæði í Føroyum og í Danmark.

Vitja Fólkatingið

05.01.2026

Gott nýggjár!

Eins og mong onnur, havi eg gjørt mær nakrar tankar um árið, sum nú er skrivað liðugt. Tankarnir leita sjálvsagt til mítt persónliga lív, har fleiri smíl eru løgst afturat, vinkonir sum hava fingið børn og eina verfamilju. Jólagávulistin var sostatt eisini eitt sindur longri enn vant í ár.
Gott nýggjár!
17.12.2025

Enn ein markaforðing beind burtur

Sambandsflokkurin fór til val uppá at beina burtur markaforðingar millum Føroyar og Danmark, og nú er aftur ein markaforðing beind burtur!
Enn ein markaforðing beind burtur
09.12.2025

Nei til hálvar yvirtøkur

Í dag viðgjørdi Fólkatingið eitt uppskot um at loyva stigvísari yvirtøku av loftferðsluni. Sambandsflokkurin kann ikki taka undir við stigvísari yvirtøku. Antin yvirtaka vit ordiligt, ella yvirtaka vit ikki.
Nei til hálvar yvirtøkur
09.12.2025

Fólkatingið játtar 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Danska stjórnin hevur hevur sett 30 milliónir av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin. Harav fara 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027
Fólkatingið játtar 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027
09.12.2025

Føroya Politi og Ákæruvaldið verða uppraðfest í nýggjari avtalu

Ein meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum hava gjørt eina nýggja fleirársavtalu um fíggingina av politinum og Ákæruvaldinum. Føroyar og Grønland verða raðfest høgt í avtaluni, og Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur strongt á at fáa fleiri av viðurskiftunum við í avtaluna.
Føroya Politi og Ákæruvaldið verða uppraðfest í nýggjari avtalu
18.11.2025

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Suðuroyartunnilin fer at verða størsta verkætlanin í Føroya søgu – kanska í heimssøguni pr. íbúgva. Tí mugu vit brúka vit og skil, seta trygdina fremst og fíggja hann umvegis eitt statslán úr Danmark.
03.11.2025

Nú má trygdin takast í álvara

Tað var ótrúliga ørkymlandi at hoyra svarið hjá Sirið Stenberg til Bárð Nielsen um verju- og trygdarpolitikk herfyri. Hon sigur: “So skjótt tað gjørdist Uttanríkis-og vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu varð vorðin partur av semjuni um v...
Nú má trygdin takast í álvara
28.10.2025

Skal loysingin vera loynilig?

Í lesarabrævi skýrir Annika Olsen meg fyri at slatra fyri fólkatinginum um loyniligu loysingarætlanirnar hjá fimm flokkum í Føroyum. Vit nýta vanliga orðið “slatra” um tað, tá mann sigur okkurt víðari, sum ikki skal sigast – og tað er í grundini tað áhugaverda við loysingarætlanini hjá hesum fimm fl...
Skal loysingin vera loynilig?