2025 verið eitt politiskt gevandi ár. Eg havi verið fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin síðani 2022 og nú eru vit í 2026. Tað minnir meg á, at hendan setan kann vera av hvørja løtu. Tískil havi eg í ár, verið eyka takksom fyri dagarnar á Borgini. Tað hevur sostatt eisini verið sera umráðandi fyri meg, at fáa sum mest burturúr tíðini, og eg eri sera errin av at hava fingið avgreitt fleiri týdningarmikil mál, sum umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi.
Vit hava millum annað beint burtur fleiri markaforðingar. Eitt ítøkiligt dømi um hetta, er at føroysk talgild koyrikort eru góðkend til at nýta í Danmark, tað er fantastisk! Harumframt hava vit tryggað at føroyingar, sum búgva niðri, men hava tørv at fara heim at passa ein av sínum kæru sum liggur til tað síðsta, nú fáa rætt til plejeorlov.
Sostatt skulu føroyingar ikki longur hava eina tyngjandi fíggjarliga byrðu, afturat ta sárbaru støðu mann er í, tá ið sjúka rakar.
Politiið er eitt málsøki, sum eg havi arbeitt nógv fyri aftur í ár. Tí er tað fantastiskt, at vit hava tryggjað at Politiið verður raðfest væl hægri enn áður. Samstundis er tað gleðiligt at vit hava fingið givið rættarøkinum ein tiltrongdan styrk, við eitt nú tveimum eyka ákærum.
Um tit nú hildu at eg ikki fór at nevna Ríkisfelagsskapin, so kunnu tit vera heilt rólig, tí tað slepst ikki undan.
Ríkisfelagsskapurin hevur verið eitt heitt evnið í ár, heitari enn áður, vildi eg mett. Hægstirættur staðfesti fyrr í ár, at Føroyar kunnu hava limaskap í egnum navnið og gerast sjálvstøðugt tollumveldi innanfyri karmarnar í Ríkisfelagsskapinum. Hetta prógvar, at Ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.
Ríkisfelagsskapurin er grundarsteinurin í okkara vælferð og trygd. Sjálvandi skulu vit áhaldandi styrkja og menna Ríkisfelagsskapin.
Eg plagi altíð at seta mær eitt nýggjárslyfti – og tað geri eg eisini í ár.
Mítt nýggjárslyfti er, at eg vil halda áfram við at leggja nógv orku í at røkja føroysk áhugamál til frama fyri einum enn sterkari og nútíðarhóskandi Ríkisfelagsskapi.
Gott nýggjar øll somul!
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.