17. desember 2025
Sambandsflokkurin fór til val uppá at beina burtur markaforðingar millum Føroyar og Danmark, og nú er aftur ein markaforðing beind burtur!
Ein markaforðing var sokallaða “plejeorlov”. Hendan forðingin snúði seg um, at føroyingar búsitandi í Danmark ikki høvdu rætt til goldið farloyvi, um ein ætlar at fara heim til Føroyar at ansa eftir einum av sínum kæru, sum liggja til tað síðsta.
Anna Falkenberg luttók í stjórnarsamráðingunum í 2022, har hon fekk varpað ljós á trupulleikan og hon fekk hetta við í samgonguskjalið hjá donsku stjórnini.
Peningur varð settur av í 2023 til at royndarkoyra eina skipan, har føroyingar eisini fingu rætt til plejeorlov. Hetta eydnaðist væl.
Nú hevur Fólkatingið samtykt, at føroyingar sum búgva í Danmark, men sum fyribils fara til Føroyar at ansa einum av sínum kæru sum liggja til tað síðsta - hava rætt til plejeorlov.
Sostatt skulu føroyingar ikki longur hava eina tyngjandi, fíggjarliga byrðu at dragast við, afturat teirri sárbaru støðu mann longu er í, tá ið sjúka rakar. Tískil er tað sera gleðiligt, at hendan markaforðingin nú er beind burtur.
“Eg fegnist um, at vit kunnu gera tað smidligari hjá føroyingum at passa síni kæru, sum liggja til tað síðsta í Føroyum. Slíkar forðingar eiga ikki at koma fyri í Ríkisfelagsskapinum. Skipanirnar skulu vera til fyri fólkið og ikki umvent,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Lógarbroytingin kemur í gildi 1. januar 2026.