09. desember 2025

Fólkatingið játtar 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Danska stjórnin hevur hevur sett 30 milliónir av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin. Harav fara 2,5 mió. kr til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Tað er sera gleðiligt, og eg eri sera fegin um at hava verið við til at tryggja, at 2,5 mió. kr. verða settar av til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.
 
Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum. Leikirnir hava ikki verið hildnir í Føroyum síðani 1989. Hetta er eitt gott høvi at sýna okkara dugnaligu ítróttafólk, mentan og samfelag fram fyri øllum oyggjaleikagestum.
 
Eg gleði meg til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 og vil ynskja fyrireikarunum hepna hond í at skipa fyri.
 
Eisini verða 4 mió. kr. settar av til Danske Taler, til at skjalprógva føroyskan og grønlendskan siðaarv um røðulist.