15. mars 2024

Formansfrágreiðing - Landsfundur 2024

FORMANSFRÁGREIÐING

- Bárður á steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Landsfundur 16. mars 2024

Góðan morgun - og hjartaliga vælkomin til Landsfundin 2024. Bæði tit her í Havnini - og tit, sum fylgja við á netinum.

Og et hjerteligt velkommen til Venstres nye formand: Troels Lund Poulsen. Han er kommet til Færøerne sammen med sin hustru, Anne, og deres datter, Andrea. Vi glæder os til at høre Troels tale her til eftermiddag - og jeg håber, at I allesammen vil tage rigtig godt imod dem.

Vit hava eisini boðið Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti, á landsfundin. Vit eru sera glað fyri at hann vil nýta dagin saman við okkum - og vit gleða okkum at lurta eftir tí, hann hevur at siga.

***

Eg fari at byrja dagin við at tríva í veljarakanningarnar seinastu tíðina. Tær hava sannliga verið hugaligar fyri okkum sambandsfólk.

Yvirskriftirnar hava eitt nú ljóðað soleiðis: »Sambandið aftur størsti flokkur«,  »Sambandsflokkurin størst undirtøku millum føroyingar« og »Sambandsflokkurin fær 9 tingsessir«.

Sjálvandi vita vit, at veljarakanningar ikki skulu takast fyri meiri enn tað, tær eru. Men tær eru kortini ein løtumynd.

Og tann løtumyndin er krystall-klár. Tað hevur hon verið í fleiri mánaðir. Føroyingar vilja hava sambandspolitikk. Tað hava nógvar tær seinastu kanningarnar víst.

Og tað er ikki so løgið, tá vit hugsa um, hvussu samfelagið og heimurin síggja út. Broytingarnar eru stórar, nú verðin støðugt verður meira uppbýtt og fragmenterað.

Men sambandspolitikkur er eitt aftursvar til júst hetta. Sambandsflokkurin hevur sum aðalmál at styrkja felagsskapin. Millum bólkar og millum geirar. Millum tað privata og tað almenna. Og skapa nýggj sambond, nú heimurin broytist. Sambandsflokkurin arbeiðir fyri tryggleika og samstarvi - og fyri ríkisfelagsskapinum.

Vit eru einasti flokkur, sum beinleiðis hevur “felagsskap” í okkara skjaldramerki.

Vit vita, at einstaklingurin og felagsskapurin ikki eru mótsetningar. Einstaklingurin er ein fortreyt fyri sterka felagsskapinum - og felagsskapurin er fortreytin fyri sterka einstaklinginum. Tey treyta hvørt annað.

Tað er tryggleika í felagsskapinum, sum føroyingum nú leingist eftir.

***

Spurningurin er so, um vit kunnu gera nakað - í andstøðu.

Svarið er eitt rungandi ja.

Tí Sambandsflokkurin tekur altíð ábyrgd. Eisini í andstøðu.

Vit arbeiða støðugt við at geva sitandi samgongu konstruktivt mótspæl. Vit vilja samstarva, og vit hava eisini skyldu til at koma við boðum uppá, hvussu samfelagið skal skipast. Vit hava skyldu til at skapa ítøkilig úrslit. Tað ber væl til, hóast vit eru í andstøðu.

Tað gera vit í tinginum. Í nevndum. Í veljarafeløgum um landið, á arbeiðsplássum og í bindiklubbum. Við at tosa um okkara politikk og vísa á loysnir og felagsskap í tí smáa eins væl og í tí stóra.

Tað gera vit bara í felag. Fólkavald, valevni, nevnd, veljarafeløg og sjálvboðin. Í felag gera vit sambandsvirðini og sosialliberalu hugsjónina livandi millum fólk.

Eisini hevur Sambandsflokkurin eitt gott umboð á Fólkatingi, sum er við at modernisera ríkisfelagsskapin og tryggja eitt gott samstarv millum politisku skipanirnar. Ringarnir av góða arbeiðinum á Christiansborg breiða seg eisini her.

Vegna flokkin takki eg hjartaliga tykkum, sum eru harðmælt og sjónlig - og eisini tykkum, sum í allari stillheit gera eitt stórt arbeiði.

Felags innsatsurin hevur stórt virði. Fyri flokkin - og fyri Føroya Fólk, sum nú vil hava ein sterkan Sambandsflokk aftur í landsins leiðslu.

Skal tað eydnast mugu vit náa veljarunum. Veljararin ger jú allan munin.

Vit hava tí eitt stórt arbeiði fyri okkum. Við at styrkja flokkin, politikkin og fjølga um veljaraskaran. Kanningarnar vísa, at vit gera tað gott. Men vit mugu halda á, so at Føroya fólk fær tað, sum tey greitt siga seg vilja hava: nevniliga sambandspolitikk - við tryggleika og felagsskapi í miðdeplinum.

***

Góðu øll somul. Tað er ikki so løgið, at veljarin hevur skift hugsan síðani valið.

Politiska støðan og útgangsstøðið í samfelagnum eru nógv broytt, og í okkara opna samfelagi kemur nógv ymist av bæði góðum og minni góðum inn á okkum.

Hetta økir um tørvin á tryggleika og sterkum felagsskapi.

Í Føroyum er góður búskaparvøkstur og lágt arbeiðsloysi. Spurningurin er tó, hvørjar avbjóðingar hómast í sjónarringinum. Sum eg síggi tað, eru í løtuni nøkur átrokandi mál, sum vit mugu loysa sum skjótast.

Tað fyrsta er fíggjarliga haldførið, nú almennu útreiðslurnar ógvusliga yvirhála inntøkurnar. Vit fáa færri børn og gerast fleiri eldri, og tað fer at merkja munandi hægri útreiðslur til almannaverk og heilusverk. Kommunurnar, sum umsita eldraøkið, fara eisini at merkja útreiðslutrýstið.

Eitt annað átrokandi mál er at skapa greiðar og stabilar karmar til ferðavinnuna. Hon kann ikki longur liva við, at viðurskiftini eru ógreið.

Eisini má ferð setast á grøna orkuskiftið. Sjálvt um tað gongur rætta vegin, so gongur tað ov seint.

Heilsuverkið má raðfestast, og føroyingar skulu hava viðgerðartrygd, so eingin bíðar longur enn 30 dagar eftir viðgerð.

Eisini úti í heimi eru avbjóðingar. Støðan í heiminum er ótrygg - við kríggi og spenningi millum heimsveldini. Føroyar eru í ríkisfelagsskapinum partur av Nato, og tað er besti tryggleikin móti hóttanum uttanífrá. Tí mugu Føroyar gerast partur av verju- og trygdarsemjuni, sum Danmark og Nato arbeiða við.

Hesi eru tey mest átrokandi málini í løtuni.

***

Tryggleiki og sosialliberala hugsjónin

Men hvussu kann okkara politikkur loysa hesar avbjóðingarnar?

Byrja vit við hóttanini uttanífrá, so er Sambandsflokkurin einasti flokkur, sum gongur fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum. Ferð eftir ferð er staðfest, at føroyingar vilja tryggleika og samstarv, teir vilja ikki loysing. Møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum eru breiðir og fjøltáttaðir - og felagsskapurin kann støðugt mennast, sum tørvurin broytist.

Kjarnuvirðini og sosialliberala stevnuskráin hava tað besta frá bæði høgru og vinstru, umframt víðskygdan sjónarring til altjóða samfelagið. Hetta gevur góðar møguleikar fyri samstarvi.

Og sosialliberala kósin hjá Sambandsflokkinum hevur sannilliga ávirkað politiska arbeiðið gjøgnum tíðirnar. Vit kunnu nevna:

- Veðurlagspolitikkurin, sum er settur í verk við ítøkiligari tíðarætlan

- Meira ferð sett á arbeiðið við vindmyllum og grøna orkuskiftinum

- Fyrireikingarnar til diabetesmiðstøð í Føroyum

- Tøka upphæddin til pensjónir er hækkað við umleið 1.500 kr. um mánaðin

- Lógaruppskot um at strika mótrokningina í pensjónini frá arbeiðsinntøku

- Lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á ávísum almennum støðum

Tá ið tú ert í politikki, er arbeiðið ongantíð liðugt. Men við okkum veit veljarin, hvat hann fær. Okkara kjarnumál eru framvegis, at:

- menna vælferðarsamfelagið við betri heilsuverki, betri skúlaverki og sterkari mentan

- skapa bestu møguleikar og trivnað fyri familjur, børn og ung

- skapa tryggar karmar fyri tey eldru

- hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini

- geva vinnuni møguleikar og stabilar karmar

Úrslitið av sosialliberalu kósini hjá Sambandsflokkinum er tryggleiki fyri Føroya fólk. Vit vilja verja, varðveita og menna vælferðarsamfelagið og gera semjur í ríkinum um verju og trygd.

Tað - eri eg sannførdur um - er orsøkin til góðu veljarakanningarnar í seinastuni.

Men, kann man so spyrja, hvat er tað, sum veljarin nú vrakar?

Samgongan gav gylt lyfti
Jú, samgongan hevur givið eina røð av lyftum, sum enn ikki eru uppfylt. Sum fara at kosta landskassanum alt ov nógv og hækka rakstrarútreiðslurnar. Sum hanga í leysari luft uttan fígging - millum annað styttri arbeiðsvika.
 
Vónandi verður tað ikki veruleiki, nú bæði landskassin og arbeiðsmarknaðurin eru undir trýsti.

Skattalættin vendir púra skeivt, tí tey lágløntu fingu onki - annað enn hægri oljuavgjald og hægri almenn gjøld.

Og so hava tey revsað føroyskar fiskimenn og sjómenn - og arbeiðsfólk uttanlands. Væl yvir 1000 fólk mótmæltu. Men landsstýrið lurtaði ikki. Onnur lond vísa størri virðing fyri hesum bólkinum. Tað hevði klætt okkum - eini fiskivinnutjóð við tiltikið dugnaligari og flytførari arbeiðsmegi - at gjørt tað sama.

Eisini vil samgongan minka ríkisveitingina, soleiðis at vit fáa 100 mió kr minni til vælferð hvørt ár - hóast tað er hall á fíggjarlógini - og hóast ongar tryggar inntøkur verða settar í staðin.

Sambandsflokkurin ynskir eina munandi øðrvísi kós. Eina kós, sum skapar tryggleika, støðugfesti og trivnað fyri fólk og vinnu.

Og spyrja vit føroyingar, er eingin ivi: tað er hesa kósina, fólk vil hava. Tað hava kanningarnar sligið fast.

Búskapur og vinna
Tað er jú sunnur fornuftur, at hava vit ikki sterkan búskap, sterkan landskassa og sterkar kommunukassar, kunnu vit ikki varðveita og menna vælferðarsamfelagið. Fíggingin má koma fyrst.

Tí er tað ikki nøktandi, at samgongan í bestu tíðum ikki megnar at fáa avlop á fíggjarlógini, hvørki í 2023 ella 2024 og væntandi heldur ikki í 2025. Hetta leggur trýst á okkara vælferðartænastur.

Vit mugu seta inn - bæði á útreiðslu- og inntøkusíðuni. Sambandsflokkurin hevur fleiri boð uppá, hvussu vit gera tað.

Tað, sum tó oftast verður nevnt sum loysn á trupulleikanum, snýr seg um pensjónistarnar. Pensjónistarnir skulu nú tvingast til at taka eitt tak afturat.

Her meldar Sambandsflokkurin greitt út. Pensjónsaldurin skal ikki upp um 70 ár. Um fólk vilja og hava heilsuna til at arbeiða longur, skal tað sjálvandi vera møguligt. Men tað skal tann einstaki gera av.

Tá ið tað kemur til pensjónistarnar, vilja vit:

- gevast at mótrokna arbeiðsinntøku í pensjónini

- hækka pensjónsuppsparingina frá 12% upp í 15%

- tillaga pensjónsaldurin upp í 70 ár yvir tíð

Um fleiri verða longur á arbeiðsmarknaðinum, økir og stabiliserar tað arbeiðsmegina í landinum. Tað er við til at varðveita og menna vælferðina.

Strika vit mótrokningina, tíma fólk betri at arbeiða longur. Almannaverkið metir, at um vit strika mótrokningina, verður meirútreiðslan til pensjónir 80 mió. kr árliga.

Men hinvegin. Siga vit, at arbeiðsinntøkan hjá 750 pensjónistum hækkar frá 45.000 kr upp í 200.000 kr, ja, so koma 80 mió. kr meir í almennu kassarnar. 40 mió. í skatti og 40 mió. frá mvg og øðrum avgjøldum. Og arbeiðsmarknaðurin fær fleiri hendur.

Tað skal verða einfalt hjá pensjónistunum, at velja at arbeiða.

Frá 2014 hava øll rindað til egna pensjón av hvørjari løn. Síðani er samlaða  pensjónsuppsparingin  økt  munandi, og hon fer bara at vaksa. Støðugt fleiri eru eisini, sum av sínum eintingum spara upp. Hetta tryggjar haldførið av pensjónsútgjøldum frameftir.

So tað eru ikki pensjónistarnar, sum eru trupulleikin, og onnur átøk skulu gerast fyri at tryggja haldførið - eitt nú at framleiða meiri, minka um fráflytingina og fáa lægri eindarútreiðslur í eldrarøktini.

Og vit skulu gera alt fyri ikki at senda rokningina víðari til børnini, bara tí vit ikki finna fíggjarligu javnvágina. So at samgongan minkar ríkisveitingina við 100 mió. kr. um árið, meðan hall er á fíggjarlógini - tað er í míni verð beinleiðis órógvandi.

Búskaparráðið mælir til, at land og kommunur samskipa rakstur og íløgur, so vit betri fáa stýrt. Hesum tekur Sambandsflokkurin undir við.

Men vit mugu eisini tryggja inntøkurnar - og harvið vinnuna. Betri karmar um meirvirking á landi kunnu flyta okkum frá rávøru til matvøru. Vit mugu seta inn - eitt nú við fríhandilsavtalum við ES, sum tykist verða í gongd, eftir drúgt arbeiði frá Sambandsflokkinum, eisini skal setast inn yvir fyri Bretlandi og aðrar marknaðir, og við tryggum kørmum, so íløgur kunnu gerast í útgerð og skip.

Eisini alivinnan hevur ætlanir um menning og vøkstur, eitt nú við aling á landi og opnum havi. Hetta kann tryggja skjótari framleiðslu og fyribyrgja lúsa- og sjúkutrupulleikum.

Tí skal alivinnan hava eina kappingarføra gjaldskipan - bæði viðvíkjandi tøkugjaldi og serskatti - og støðugar, langskygdar karmar. Vit vilja gera eina breiða semju - hon liggur á borðinum, nú er so upp til samgonguna at gera av um hon verður egg elle ungi.

Ferðavinnan - hetta nýggja fíggjarliga beinið - varð í 2013 sett í gongd av Sambandsflokkinum. Tá var ferðavinnan eitt innsatsøkið, sum skuldi skapa nýggjar inntøkur. Higartil hevur menningin av ferðavinnuni eydnast væl - kanska ov væl - tí fyrireikingin til at taka ímóti ferðafólkunum hevur ikki verið nøktandi.

Ein nýggj ferðavinnulóg, ið tryggjar karmarnar um ferðavinnu og náttúru, má gerast, eins og reglur og mannagongdir fyri, hvussu ferðafólk kunnu ferðast í náttúruni.

Sambandsflokkurin heldur, at samstundis, sum vit menna ferðavinnuna, skulu jarðareigarar framhaldandi hava sín rætt. Bara soleiðis kunnu vit fáa eina breiða semju um eina nýggja lóg.

Grøna orkuskiftið

Men - góðu tit - eingin vinna uttan tilfeingi. Og einki tilfeingi uttan at jørðin er í góðum standi. Tað er eftirhondini einki at ivast í, at vit menniskju ovurtroyta tað, jørðin gevur.

Vit mugu broyta lívsstíl fyri at tálma dálking og fólkaskaptum náttúruvanlukkum.

Í Føroyum eru vit farin undir grønar orkuloysnir og førka okkum frá olju til varandi orku - sum vindorku, vatnorku, sjóvarfallsorku og sólorku. Hetta fer at spara okkum hundraðtals milliónir í oljuútreiðslum - og minka munandi um dálking og CO2 útlát.

Roknað verður við, at el-nýtslan í Føroyum fer at økjast umleið 10% árliga komandi árini. Tí mugu vit hugsa stórt og skapa karmar til vøksturin beinanvegin. Tað krevur, at vit liberalisera el-orkuøkið. Men vit megna tað bara, um fleiri taka tøk saman. Vit mugu loyva fleiri - við hugskotum, loysnum og íløgum - at sleppa framat.

Og tað er ikki nóg mikið bara at framleiða orkuna. Skipanir krevjast eisini til at taka ímóti. Sambandsflokkurin heldur, at við verandi seinu gongd verður trupult at náa grøna orkumálinum í 2030. Ferð má setast á orkuskiftið.

Vælferð

Góðu tit.

Tryggleiki. Tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at Sambandsflokkurin stendur seg so væl. At vit kenna okkum trygg og vita, at vit verða loftað, er sjálv kjarnan í vælferðarsamfelagnum. Tað er eisini kjarnan í okkara politikki.

Tí raðfesta vit almanna- og heilsumál - og útbúgvingarøkið.

Fremsta endamálið við at liva í einum skipaðum vælferðarsamfelagi, er jú, at vit, sum orka, styðja tey, sum ikki orka eins væl.

Tað kostar, um tey, sum hava tørv á hjálp, skulu fáa hjálpina, teimum tørvar. Men í Sambandsflokkinum er eingin ivi: vit skulu raðfesta ríkidømið soleiðis, at vit ongantíð missa tey, sum eru sjúk ella veik, niðurímillum. Hetta er fyrsta raðfesting.

Eg ivist ikki í, at fólk eisini høvdu hetta í huga, nú tey vórðu spurd, hvønn tey vilja hava til valdið.

Heilsumál
Tey vita, at Sambandsflokkurin áhaldandi vil seta tað av, sum krevst til heilsuøkið.
Eg havi longu nevnt viðgerðartrygdina, og vit skulu eisini hava eina munadygga rehabilitering. Munur skal ikki gerast á, hvørt tað er likaminum ella sinninum, sum tørvar hjálp.
 
Vit skulu gera av, hvørji serøki skulu verða í føroyska heilsuverkinum og útgera okkum fult á teimum økjunum. Tað krevur, at vit samskipa og samansjóða virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum. Vit skulu ikki spara, tá ið tað kemur til viðgerðir - hvørki í Føroyum ella uttanlands. Og bíðilistarnir skulu styttast. Hetta gera vit best við samstarvi í ríkisfelagsskapinum.

Ein avbjóðing er at fáa neyðuga talið av kommunulæknum, serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Vit megna ikki at fylla størvini, og tað rakar sjúklingarnar. Tí skulu vit ítøkiliga eggja ungum til at útbúgva seg innan heilsuøkið.

Ein partur av loysnini, nú fólk mangla í, kundi verið innan vitlíki. Tað sonevnda “Telemedisinið” kann tryggja viðgerð við hús, so sjúklingurin sleppur undan at møta á sjúkrahúsinum í heilum. Í staðin eru tól, sum fylgja viðgerðini. Hetta kann eisini nýtast á ávísum økjum innan eldrarøkt - og harvið frígeva tíð til menniskjaliga sambandið. Hetta er vert at kanna.

Viðvíkjandi diabetesviðgerð, so er arbeiði við eini miðstøð í gongd, ið verður til gagns fyri umleið fýratúsund føroyingar.

Og tann 22. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri almennari fakligari ráðstevnu við heitinum “Viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur.”

Ráðstevnan verður í Perluni í Havn.

Tað gera vit, tí heilsan hjá føroyingum er eitt av okkara hjartamálum.

**************

Almanna- og sosialmál
Góðu sambandsfólk.

Føroyar skulu vera eitt trygt vælferðarsamfelag fyri øll. Ikki bara tey, sum eru sjúk, men eisini tey, sum hava tørv á hjálp frá felagsskapinum á annan hátt.

Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri:

- Tænastum, búðtilboðum og skúlatilboðum til børn og vaksin við breki

- Leigubústøðum til familjur, sum liva undir fátækramarkinum

- Leigubústøðum til einligar forsyrgjarar, ungdóm og eldri

Undanfarna samgonga skipaði íbúðarbyggingina, so at útboðið nú er størri og fjølbroyttari. Men hetta økið má alla tíðina raðfestast.

Og tá ið tað kemur til bústaðarbygging, roynir man at skipa tilboð kring alt landið. Men tað gongur striltið at útvega fígging til sethúsabygging á bygd, hóast grundstykkir eru tøk.

Tí skulu vit knýta Føroyar saman við íløgum í samferðslukervi. Her eru tunlar, vegir og skip raðfest – Fyrst av hesum tunlum er ein tunnil til Vestmanna, sum eg vóni kemur at seta gongd á sethúsabyggingina í míni heimbygd.

Vit skulu seta við, tað gera vit við at betra um hjá barnafamiljum, hægri barsilsgjald er ávegis, vit hava fingið eitt ára barsil, og Sambandsflokkurin vil geva hægri barnafrádrátt, soleiðis at barnafamiljurnar fáa ein lættari dagligdag.

Við greiðum átøkum í 2013, vendu vit gongdini frá EXIT Føroyar, til ENTER Føroyar - tað vil Sambandsflokkurin, tí tað er besta medisinið til einar haldførar Føroyar.

Útbúgvingarmál
Ein annar hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum eru góðir og ókeypis útbúgvingarmøguleikar. Framtíðarmøguleikar skulu grundast á hegni og hug hjá hvørjum einstøkum barni og ungdómi - ikki á inntøku hjá foreldrunum.

Føroyska arbeiðsmegin er væl umtókt og nógv umbiðin uttanlands, tí okkara góðu útbúgvingar tryggja føroyingum møguleikar. Tað skal framhaldandi raðfestast.

Á skúla- og útbúgvingarøkinum vil Sambandsflokkurin:

- Betra fólkaskúlan. Smærri flokkar, styttri skúladagar og minni umsitingarligt arbeiði hjá lærarunum

- Fleiri hægri útbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri høvuðsvinnurnar

- Fleiri lestrarbústaðir og leiguíbúðir

- Styrkja handaligar útbúgvingar

- Styrkja skúlatilboð til børn við serligum tørvi

Mentamál
Føroyska mentanin er hjartatátturin í føroyska samleikanum. Tí vil Sambandsflokkurin styrkja mentanina og í høvuðsheitum arbeiða fyri:

- At byggja tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya, har skapandi listin kann fáa góðar umstøður og møguleikar

- Føroyskum limaskapi í IOC. Hóast samstarvið við Danmark er fyrimyndarligt, eiga vit sum føroyingar at kunna kappast undir Merkinum

- Integratiónslóg - við serligum atliti at føroyskum sum annað mál

Vit skulu eisini áhaldandi stuðla ítróttini og øðrum áhugafelagsskapum. Tað hevur ósigiligt virði, at ungdómurin lærir at standa saman um felags mál. Ítróttur, skótar og aðrir sunnir felagsskapir halda eisini børnum og ungum frá sosialum trupulleikum. Virðið av stuðlinum er tí fleiriferðir krónutalið.

Modernisering av ríkisfelagsskapinum
Men góðu sambandsfólk.

Tað, sum serliga skilir okkum frá øðrum flokkum, er okkara erliga staðfesting av mongu fyrimununum við ríkisfelagsskapinum. Tað er um nakað ímyndin av bæði tryggleika og samstarvi.

Serliga nú heimurin er merktur av skotgravum og alliansum, er tað ein stórur fyrimunur at vera í einum sterkum felagskapi. Við honum fáa vit trygd, møguleikar og rættindi, ið røkka langt út í heim.

Vit hava tó altíð lagt dent á at dagføra og menna ríkisfelagsskapin. At fylgja við tíðini uttan at missa støðufestið.

Og nú má ríkisfelagsskapurin aftur dagførast og moderniserast.

Allar markaforðingar skulu burtur - eitt nú innan heilsuviðgerð og útbúgving.

Eisini skulu allar forðingar burtur í Uttanríkispolitisku heimildarlógini.

Handilspolitikkur er vorðin tann nýggi uttanlandspolitikkurin, har vit vinna pening til landið og senda altjóða politisk tekin til umheimin. Vit mugu í størri mun kunna stýra hesum úr Føroyum.

Eisini fara stórar rembingar fram í Arktis. Nógv eru, sum droyma um tilfeingið í undirgrundini og um at troyta møguleikarnar við skipaferðsluni, nú ísurin spakuliga tiðnar.

Hetta broytir eisini trygdarpolitisku støðuna á norðaðu jarðarhálvu.

Tað ringasta, sum kann henda, er, at vit bara passivt hyggja at, meðan týðandi mál gleppa okkum av hondum. Vit  mugu gera ein innsats fyri at gera broytingar til okkara fyrimun.

Føroyar eiga at hava aktivan leiklut í verjupolitisku semjuni, sum arbeitt verður við. Alt annað er ábyrgdarleyst av samgonguni. Og vit skulu sjálvandi hava ein eftirlitsradara í Føroyum.

Eitt av av føroysku fólkavaldu umboðunum átti hartil at verið fastur limur í Uttanríkispolitisku nevndini á Fólkatingi - serliga tá ið hugsað verður um geo-politisku støðuna í Arktis. Hetta hevði givið okkum enn størri innlit á uttanríkispolitiska økinum og ein pall at umboða okkara sjónarmið.

Viðvíkandi krígnum í Ukraina skulu Føroyar stuðla við humaniterari hjálp.

Framtíðin - vit mugu fyrireika okkum

Góðu tit øll.

So seint sum í februar í ár skrivaði ein netportalur, at »Sambandsflokkurin hevur størst undirtøku millum føroyingar«. Tað var greiða úrslitið av enn eini spurnarkanning.

Vit undrast ikki. Vit vita, at vit hava góðan, støðugan og tíðarhóskandi politikk, sum tekur atlit til tey viðurskifti, sum eru týdningarmest fyri føroyingar.

Vit vita, at veljarin tímir illa afturlítandi kjak og hvør gjørdi og segði hvat.

Heldur vilja fólk hoyra um, hvørjum vit vilja arbeiða fyri frameftir. At enda vil eg tí taka aftur í aftur størstu avbjóðingar í løtuni, sum vit síggja tað:

- Fíggjarpolitiska haldførið er vánaligt - bæði hjá landi og kommunum

 -Landskassin megnar ikki avlop í bestu tíðum

 -Metlágt burðaravlop

- Fleiri eldri og færri skattgjaldarar trýstir heilsuverk og almannaverk

- Kríggj og ófriður í Europa skapar ótryggleika og ávirkar okkara livikor

Eingin flokkur kann loysa hesar avbjóðingar einsamallur. Men vit eru fús at taka ábyrgd. Tað fer at krevja samstarv og breiðar semjur, bæði innanlands og í ríkisfelagsskapinum at bøta tænastur og útvega landskassanum fleiri inntøkur. Hóast einki quick-fix finst, kann úrslitið frá Vakstrarforum vera sterki bulurin í arbeiðinum.

Tí góðu sambandsfólk er neyðugt, at vit bretta upp ermar og savna allar góðar kreftir. Okkum tørvar ein sterkan Sambandsflokk á ting. Vit mugu byrja longu nú fyri at tryggja ábyrgd, samstarv og tryggleika í hesum skiftandi og ótryggu tíðum. Vit mugu veita tryggleika og samstarv, sum veljarin so týðiliga sóknast eftir.

So mong vórðu orðini - og við hesum leggi eg upp til politiskt orðaskifti.

Framhaldandi góðan landsfund øll somul.

Takk fyri.

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum