Edmund Joensen hevur drúgvar politiskar royndir. Umframt at vera valdur í Fólkatingið fýra ferðir, er hann eisini fyrrverandi løgmaður, løgtingsformaður, løgtingsmaður og formaður í Sambandsflokkinum. Frammanundan var Edmund Joensen vinnulívsmaður burturav. Hann var eigari og stjóri í familjufyritøkuni O.C. Joensen í mong ár. Edmund Joensen er kommandørur av Dannebrog.
Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligt støðufesti, vælferð og góð úrslit til Føroyar.
Arbeiðið á Fólkatingi fevnir víða og avgerðir verða tiknar, ið ávirka føroyingar – bæði í Føroyum og í Danmark.