15. juni 2023

Vit raka tey fátækastu í heiminum

So hava vit ein nýggjan uttanríkispolitikk, vit eru nú einasta land í heiminum, sum brúkar mat sum boykott.

ST sigur tað er skeivt, ES sigur tað er skeivt, Ukraina sigur tað er skeivt, Russland sigur tað er skeivt.

Prinsippið er, at eitt kg av korni, hveiti ella fiski aldrin skal verða forðað at koma fram til heimsins fátækasta menniskjað ella familjuna, tí øll hava lívsneyðugt við at fáa protein.

Eg skammist at verða partur av einum boykotti á tey fátækastu menniskju í heiminum, hetta er etiskt og moralskt forkastiligt.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin