09. november 2026

Anna Falkenberg vil hava løgmálaráðharran í samráð um Bakkafrostmálið

Fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg, hevur umvegis donsku rættarnevndina, biðið Nicolai Wammen, løgmálaráðharra, um at koma í samráð um Bakkafrostmálið.

Anna Falkenberg heldur, at tað er átaluvert, at tað gingu trý og eitt hálvt ár frá tí málið bleiv meldað til at ákæra bleiv reist. Og nú, næstan fýra ár eftir at málið bleiv meldað, er niðurstøðan hjá Føroya Rætti, at málið er fyrnt.

 

Løgmaður, Beinir Johannesen, og fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, hava biðið løgmálaráðharran um eina frágreiðing, sum allarhelst er innanhýsis kunning.

 

Fólkatingskvinna heldur, at málið er so mikið álvarsligt, at almenningurin eigur at fáa svar uppá, hvat er hent, og hvat verður gjørt fyri at hetta ikki skal henda aftur. Tað er avgerandi fyri rættartrygdina, at vanligi føroyingurin hevur møguleika at síggja og hoyra frágreiðingina hjá løgmálaráðharranum.

 

Tí hevur Anna Falkenberg sett løgmálaráðharranum eina røð av spurningum, og vil hava hann at svara teimum í einum almennum samráði í fólkatinginum.

 

- Hendan støðan er ikki nøktandi fyri nakran. Føroya fólk kunnu missa álitið á politinum, tá tað tekur so langa tíð at avgreiða slík mál, og somuleiðis er tað ikki nøktandi, at nakar hevur eina ákæra hangandi omanyvir sær í fleiri ár, uttan at ein avgerð er fallin í málinum. Hetta skeiklar rættartrygdina, sigur Anna Falkenberg.

 

Rættarnevndin, sum Anna Falkenberg er limur í, fer nú undir at fáa greiðu á, nær samráðið verður hildið.

 

Sambandsflokkurin á fólkatingi