Broytingin ger tað møguligt at viðurkenna føroyskt sum nøktandi málførleika hjá heilsustarvsfólki, ið søkja um autorisatión at arbeiða í Føroyum. Hetta kann gera tað lættari at gagnnýta førleikar hjá útlendskum heilsustarvsfólki, sum longu eru í Føroyum, og hjá teimum, sum koma higar.
- Vit hava tørv á arbeiðsmegi í heilsuverkinum, og tí er týdningarmikið, at vit kunnu gagnnýta teir førleikar, sum eru. Tað gevur lítla meining, at fólk sum hava viðkomandi heilsufakliga útbúgving, og sum tosa flótandi førosykt, ikki kunnu arbeiða í heilsuverkinum, tí tey ikki duga danskt. Tað vilja vit broyta, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Betri javnvág í útlendingamálum
At javnseta føroyskt og danskt í sambandi við autorisatión av heilsustarvsfólki var eitt av lyftunum hjá Sambandsflokkinum á valunum báðum fyrr í ár. Eftir fólkatingsvalið hevur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, arbeitt við at fáa málið í danska samgonguskjalið, so neyðugu broytingarnar kundu fremjast.
- Vit mugu finna røttu javnvágina í útlendingamálum. Føroyar hava tørv á arbeiðsmegi, og vit skulu vera før fyri at gagnnýta teir førleikar, sum koma higar. Samstundis er tað týdningarmikið, at vit hava tamarhald á, hvør kemur til landið, og hvørjar treytir skulu galda fyri tey, sum vilja búgva og arbeiða her, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.
Lógaruppskotið fevnir harumframt um dagføringar av reglum um sjúklingajournalir og læknaliga víðariútbúgving. Endamálið er at dagføra lóggávuna og laga hana til føroysk viðurskifti. Broytingin snýr seg eisini um at laga reglurnar til føroyska samfelagið og tær avbjóðingar, sum Føroyar hava á útlendingaøkinum.