29. september 2026
Løgtingsmaðurin Bjarni K. Petersen, úr Framsókn, gevur ilt av sær, tí danska verjan í ávísum førum brúkar Merkið á hernaðarbúnum.
Eg skilji væl, at fleiri undrast á, og halda tað vera ópassandi, at Bjarni K. Petersen tekur málið upp og setir løgmanni fleiri spurningar um málið.
Tað er nógvir føroyingar, sum hava gjørt hertænastu í verjuni, bæði vanliga herskyldu og í londum, har har kríggj hevur leikað á.
Hesir føroyingar hava lagt nógv fyri, og teimum skulu vit takka fyri, at teir hava vilja sett lívið í váða fyri øðrum. Eisini eru fleiri føroyingar í starvi í verjuni í dag.
Danska verjan hevur Føroyar og Grønland sum sítt ábyrgdarøki, og tí er tað einki meira nátúrligt, at herfólk hjá Arktisk Kommando hava føroyska, grønlendska og danska flaggið á sínum búnum, eins og danski verjuovastin eisini ber fløggini á búnanum.
Í lesarabrævi roynir Bjarni K. Petersen at bera í bøtuflaka fyri sínum spurningum til løgmann, har hann sigur, at hann sær donsku verjuna sum eitt fremmant hervald.
Her loypir ketan av hjá tingmanninum. Hvussu í allari víðu verð kann Danmark, okkara tættasti sameindi, vera eitt fremmant hervald?
Mín meining er; lat føroyska flaggið verða á hernaðarbúnum.