24. august 2026

Betri kor til føroysk ung í Danmark

Arbeiðið at javnseta korini hjá føroyskum lesandi við norðurlendsk lesandi er farið í gongd. Samstundis kunnu persónar við føroyskum koyrikorti nú eisini vera hjásitarar hjá 17 ára gomlum koyrandi í Danmark. Hetta vóru svarini, sum Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, fekk frá ministarum í Danmark herfyri.

Í dag hava norðurlendsk lesandi á hægri lesnaði í Danmark rætt til millum annað orðabøkur á sínum egna móðurmáli, tá tey skulu upp í próvtøku. Higartil hava føroysk lesandi ikki havt somu rættindi. Í hesum sambandi varð ein almennur spurningur settur Forsknings-, Uddannelses- og Digitaliseringsministarinum, Christinu Egelund, sum snúði seg um at betra um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark. Ministarin váttar í svarinum, at málaráðið í løtuni kannar próvtøku- og lestrarumstøðurnar hjá føroyskum lesandi, og at ein møgulig loysn vónandi verður funnin seinni í ár. Anna Falkenberg fer at fylgja við arbeiðinum fyri at tryggja, at málið verður loyst.

Í tráð við at tað føroyska talgilda koyrikortið bleiv javnsett við tað danska tann 1. juli í ár, kunnu persónar við føroyskum koyrikorti nú eisini vera hjásitarar hjá 17 ára gomlum, ið koyra bil í Danmark. Hetta váttaði By-, Land-, og Transportministarin, Signe Munk, í svarinum til almenna spurningin.

Bæði málini eru mál, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi áður hevur arbeitt við og sum eisini eru partar av danska samgonguskjalinum. Anna Falkenberg fegnast um, at mál støðugt verða loyst, men ein partur av fólkatingsarbeiðinum er at fylgja við, at mál verða framd í verki. Tí er tað týdningarmikið fyri Annu Falkenberg at hava eitt konstruktivt samstarv við donsku stjórnina.

Sí svarini til spurningarnar í leinkjunum niðanfyri.

Svar frá Forsknings-, Uddannelses- og Digitaliseringsministaranum

Svar frá By-, Land-, og Transportministaranum