20. august 2026
Bíligastu fígging til Suðuroyartunnilin, sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, fleiri tvískattaavtalur, limaskap í IOC og strangari útlendingalóg.
Komandi tíðin er ómetaliga spennandi fyri Føroyar. Í løtuni hava vit samgonguskjøl í Føroyum og í Danmark, sum á fleiri økjum eru á somu kós. Nógv av tí, vit í Føroyum leingi hava arbeitt við, er eisini skrivað inn í danska samgonguskjalið. Hetta er galdandi bæði tá tað snýr seg um okkara støðu í heiminum, men eisini um heilt ítøkilig mál sum Suðuroyartunnilin, útlendingaøkið og tvískattaavtalur.
Tað merkir, at vit hava eitt óvanliga gott grundarlag at arbeiða út frá, men eitt samgonguskjal er einans orð, og nú mugu vit tryggja, at orðini gerast veruleiki. Vit mugu smíða ímeðan jarnið er heitt, nú politiska arbeiðið verður tikið upp eftir summarfrítíðina.
Seinni í ár fer Norðurlandaráðið at viðgera eina møguliga broyting av Helsingforssáttmálanum, sum kann slóða fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Eg síggi hetta sum ein ógvuliga avgerandi fund fyri Føroyar í norðurlendska samstarvinum. Sum limur í Norðurlandaráðnum ætli eg mær at stuðla føroyskum umboðunum, alt tað sum eg kann.
Eitt annað stórmál er Suðuroyartunnilin. Samgongan í Føroyum vil finna bestu fíggingina av tunnilinum, og tey eru opin fyri einum statsláni. Danska stjórnin hevur skrivað í samgonguskjalinum, at hon er sinnað at taka upp samráðingar um hetta. Um eitt statslán er tann bíligasta og besta loysnin, so skulu stórrakstrarfyrimunirnir í ríkinum sjálvandi gagnnýtast.
Summi halda, at málið um limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC, er eitt liðugt kapittul. Eg eri ósamd, og vit skulu ikki sleppa arbeiðnum. ÍSF arbeiðir málrættað við limaskapinum, og hetta er bæði gott og neyðugt. Men samstundis mugu vit lyfta málið á eitt hægri politisk stig og arbeiða handan leiktjøldini fyri at fremja neyðuga úrslitið.
Men arbeiðið á Christiansborg snýr seg ikki einans um ríkisfelagsskapin og okkara altjóða støðu, men eisini um at stuðla teimum raðfestingum, sum nýggja samgongan í Føroyum hevur sett sær fyri.
Útlendingaøkið er eitt gott dømi. Vit mugu finna røttu javnvágina. Føroyar hava tørv á arbeiðsmegi, men samstundis hevur økt tilflyting avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava betur tamarhald á, hvør kemur til landið, og hvørjar treytir skulu galda fyri tey, sum vilja búgva og arbeiða her.
Hetta merkir tó ikki, at vit skulu gera tað óneyðuga strangt og trupult hjá teimum, sum vit hava tørv á – tvørturímóti skal tað vera lættari hjá teimum, sum koma til Føroyar, og sum longu hava ávísar førleikar, at nýta hesar førleikar í Føroyum. Útbúgvingar úr heimlandinum skulu í størri mun kunna góðkennast í Føroyum.
Vit skulu hava eina skipan, sum bæði tryggjar okkum tamarhald á tilflytingini og ger tað møguligt at fáa sum best burturúr teirri arbeiðsmegi, okkum tørvar.
Eitt annað meira ítøkiligt mál er at fáa fleiri tvískattaavtalur upp í lag. Her er sanniliga eitt nýbrot ávegis, tí báðar stjórnirnar eru sinnaðar at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu verða fevndar av tvískattaavtalunum, sum Danmark longu hevur við onnur lond.
Hetta kann ljóða turrisligari enn t.d. IOC, men hetta hevur alstóran týdning fyri okkara vinnulív. Føroyskar fyritøkur skulu kunnu virka úti í heimi á jøvnum føti við aðrar. Hetta fer at gera tað lættari hjá okkara dugnaliga vinnulívi at vaksa, samstarva og skapa virðir.
Øll hesi mál kunnu tykjast ymisk, men í veruleikanum snúgva tey seg um tað sama: At brúka tað politiska vindeygað, sum stendur opið nú. Samgongurnar í Føroyum og Danmark eru samdar um hesi málini.
Men eitt politisk vineyga stendur ikki opið í allar ævir. Tí er løtan nú.
Anna Falkenberg,
Fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin