01. juli 2026
Í dag hevur formansskapurin í fólkatinginum kunngjørt, at ein áheitan er send IOC um, at Føroyar og Grønland skulu kunna gerast limir í IOC.
Til stjórnarsamráðingarnar í Danmark var hetta eitt greitt ynski frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, og hetta kom eisini við í samgonguskjalið.
Í orðaskiftinum í farnu viku spurdi eg forsætisráðfrúuna um júst hetta. Tá svaraði hon mær, at hetta ikki bara er eitt prinsipielt mál. Hetta er eitt aktuelt mál.
Endar føroyska hondbóltslandsliðið millum 12 tey bestu londini til HM-endaspælið, kann luttøka á Olympisku Leikunum gerast verulig.
Men hetta er ikki gjørligt uttan limaskap í IOC, og tí kann talan vera um eina sera óhepna støðu í Ríkisfelagsskapinum, um okkara fremstu ítróttafólk ikki kunnu kappast undir Merkinum á Olympisku Leikunum.
Tað gleðir meg, at danska stjórnin og fólkatingið arbeiða fyri føroyskum limaskapi í IOC, og eg fari framhaldandi at gera mítt til, at arbeiðið saman við donsku stjórnini ber á mál.
Tíðindaskrivið frá formansskapinum í Fólkatinginum sæst her.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.