18. juni 2026
Hevur tú áhuga í politikki og samfelagsviðurskiftum sum heild, og trívist tú í einum dagligdegi við nógvum broytingum, og dugir væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Kundi tú hugsað tær at komið niður í politiska maskinrúmið á Christiansborg? So er lestrarstarvið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi møguliga nakað fyri teg.
Um starvið
Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum mennandi umhvørvi, har tú fært innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Tú kemur at arbeiða saman við fólkatingsumboðnum og skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna breitt, men tað eru nakrar fastar uppgávur at taka sær av. Tað verður at samskipa avtalur hjá fólkatingsumboðnum, samskipa og fyrireika fundir, fyrireika skrivligt tilfar, umframt at samskipa størri tiltøk og ráðstevnur.
Harafturat fevna uppgávurnar um løgfrøðiligar spurningar, málsfyrireiking og kanningararbeiðið í samband við mál, ið flokkurin arbeiðir við.
Starvið er tíðaravmarkað frá september 2026 til juli 2027. Møguleiki er fyri, at starvstíðin kann verða longd.
Um teg
Tú hevur lisið í minsta lagi í tvey ár, og fert undir seinasta ári av bachelorútbúgvingini ella ert farin í gongd við kandidatlesnaðin. Tað er ein fyrimunur, um tú ert løgfrøðislesandi, men tað er ikki ein treyt.
Vit vænta, at tú:
- ert væl skipað(ur)
- arbeiðir sjálvstøðugt
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar, bæði á føroyskum, donskum og enskum.
Umsøkn
Umsøkn, CV, viðmæli og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Kaj Joensen á kaj.joensen@ft.dk í seinasta lagi 31. juli 2026. Skriva lestrarstarv í evnisteigin.
Okkara nýggi starsvfelagi skal byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn verður sett sambært avtalu, og vit vænta, at tú kanst arbeiða 15 tímar um vikuna. Vit tillaga sjálvsagt arbeiðstíðina eftir lestrarvirksemi og øðrum.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kaj Joensen á tlf. + 45 61625724