Tað skal hervið ljóða ein stór og hjartalig tøkk, til tykkum øll sum hava sett krossin við Sambandsflokkin og við meg, persónliga, til fólkatingsvalið.
Eg eri bæði rørd og errin av at tað eru 5304 fólk, sum hava valt meg. Tað forpligtar sjálvandi eisini!
Eg gleði meg at koma aftur á Borgina. Tí sum eg segði fleiri ferðir undir valstríðnum, so er arbeiðið ikki liðugt.
Takk fyri álitsváttanina og stuðulin! Eg fari at gera mítt allar besta fyri at liva upp til ta álitið, tit hava sýnt mær, og flokkinum.
Anna Falkenberg.