02. desember 2014

Thorning: Danmark skal tryggja eins vælferð í øllum Ríkisfelagsskapinum

VIDEO: Forsætisráðharrin staðfestir, at tá ið tað snýr seg um heilsuverk, pensjón og serforsorg - ið eru ikki-yvirtikin málsøkir - hevur Danmark skyldu til at tryggja, at sama vælferðarstig er í Føroyum sum í Danmark

- Í dag hevur forsætisráðharrin eina ferð fyri allar staðfest, at tá ið tað snýr seg um heilsuverk, pensjón og serforsorg - ið eru ikki-yvirtikin málsøkir - hevur Danmark skyldu til at tryggja, at sama vælferðarstig er í Føroyum sum í Danmark. 


Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í dag var við í spyrjitímanum í Fólkatinginum.
 
Har spurdi hann m.a. um, hví tað ikki verður tryggjað, at heilsuverkið, serforsorgin og pensjónir í Føroyum ikki koma upp á sama stig sum í Danmark.
 
Svarið frá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, ljóðaði soleiðis:
 
- Når et område ikke er overtaget, så skal vi sikre en passende standard på de områder, både i Grønland og på Færøerne, der svarer til den standard, vi har i Danmark. Og det er vel egentlig en god måde at tænke det her på, at standarderne er de samme på de områder, der ikke er overtaget. Hvis så et område bliver overtaget af Færøerne eller Grønland, så bliver det de standarder, man selv lægger for de her områder. Men så længe et område ikke er overtaget, så er det vores pligt at sikre, at standarderne er stort set de samme i hele Rigsfællesskabet.
 
Edmund Joensen sigur, at hetta er ein útpurring til landsstýrið, sum júst í hesum døgum talar um at skerja fólkapensjónir og fremja sparingar innan heilsuverkið.
- Hetta er ein sera týðandi staðfesting frá einum forsætisráðharra. Hon vísir, at Føroyar eiga rættindi í Ríkisfelagsskapinum, tá ið tað snýr seg um málsøkir, ið ikki eru yvirtikin, og forsætisráðharrin sigur tað, sum rætt er, sigur Edmund Joensen.

Til ber at síggja staðfestingina hjá Helle Thorning-Schmidt í hesum video-klippi úr spyrjitímanum í Fólkatinginum í dag:

 

https://www.facebook.com/christiansborg/posts/828629653867792?comment_id=828634643867293&offset=0&total_comments=1&notif_t=share_comment