10. mars 2015

Nú má loksins ruddast upp eftir Føroya dýrasta drong

Tað krevur politiskan rygg at rudda upp í langtíðar avleiðingunum eftir ábyrgdarleysa blokkniðurskurðin í 2002 – men tað letur seg gera við reformum og øktum inntøkum

Formaðurin í Tjóðveldinum roynir at billa fólki inn, at onnur enn hann sjálvur hava ”spolað upp undirskot og skuld í landsbúskapinum, sum vit øll skulu gjalda”.

 

Føroya dýrasti drongur hevur talað, men føroyingar vita betur:

  • Í 2002 skar HH í óðum verkum 366 mió. kr. av ríkisveitingini, hvørt ár frameftir
  • Ríkisveitingin var tá 980 mió. kr.
  • Higartil hevur niðurskurðurin kostað Føroyum 4,8 milliardir kr. í beinleiðis inntøku
  • Í 2002 fastfrysti HH prístalsviðgerðina av tryggastu inntøkuni
  • Fastfrystingin hevur til í dag kostað Føroyum eina góða milliard krónur
  • Íalt hava Føroyar soleiðis mist uml. 6 milliardir krónur av vælferð til og við 2014

Hetta er ein stór rokning, sum Høgni Hoydal eigur saman við Fólkaflokkinum. Saman førdu teir knívin í 2002. Tey, sum hava mest brúk fyri vælferðini, gjalda rokningina.

 

Seks milliardir krónur – pluss meira enn 200 milliónir krónur árliga í mistari prístalsviðgerð – eitt stórt krónutal. 

 

Upphæddin svarar til: 

  • fólkapensjón til allar núverandi fólkapensjónistar í 12 ár
  • ella bygging av 50 Boðanesheimum
  • ella hálvan áttanda Sandoyartunnil 
  • ella fimm Skálafjarðartunlar

Í grundini er upphæddin, ið tey hava søplað burtur, ørandi stór.

 

Dugdu ikki at fylla holið

Fullveldisgarparnir, sum í síni stórheitstíð í ár 2000 vildu loysa fyri danskar pengar, dugdu tíverri ikki at fylla holið eftir ríkisveitingina. Teir táttaðu heldur ikki lívreimina. Ímóti allari sunnari fornuft hendi tað øvugta. 

 

Hygg at diagramminum ovast í hesi grein. Tað vísir úrslit landskassans 1997-2014. Diagrammið er úr frágreiðingini til játtanarkarmar í 2015.

 

Tað vísir, at longu tvey ár eftir blokkniðurskurðin fóru inntøkurnar niður um útreiðslurnar. Hall komu á almenna budgettið, og gapið millum inntøkur og útreiðslur hevur verið stórt líka síðani.

 

Við teimum avleiddu hallunum á løgtingsfíggjarlógini er skuldin økt ár undan ári, og í 2014 er bruttoskuldin komin upp á 6 milliardir krónur. Tá eru milliardastóru pensjónsgjøldini til tænastumenn ikki íroknað.

 

Í grundini taka Føroyar rakstrarlán – tey nevna tað eisini nýtslulán ella forbrúkslán – fyri tað, sum plagdi at vera ein trygg inntøka í ríkisveitingini. Føroyar nærkast aftur búskaparligu tromini.

 

Hetta er orsøkin til, at sambandsfólk og onnur skilafólk aftur og aftur vísa føroyingum á dáragerðina í 2002, sum hevur álvarslig langtíðarárin á almenna budgettið og harvið á verandi og framtíðar vælferð í Føroyum.

 

Nýskipanir og øktar inntøkur bráneyðugar

Hvussu bjarga vit føroyska búskapinum undan avleiðingunum frá 2002? Hvussu bjálva vit landið til framtíðina? 

 

Uppskriftin finst, og hon krevur politiskan rygg at fremja.

 

Fram um alt má og skal fiskivinnan nýskipast. Yvirskipaða og realistiska málið er ein góð tvífalding av útflutningsvirðinum, sum í dag er 6 milliardir krónur. Tað gerst við at nýskipa atgongdina til europeiska marknaðin við sonevnda Álandsmodellinum. Harumframt skal ein fræls fiskivinna í størri mun enn í dag vera við til at fíggja vælferðina. 

 

Føroyar mugu eisini ígjøgnum reformar á ymsum økjum. Kommunurnar mugu verða færri og størri, og almenni sektorurin – herundir heilsuverk, almannaverk, skúlaverk og miðfyrisiting - má einfaldgerast og fyrireikast til framtíðar avbjóðingar og krøv.

 

Í triðja lagi skal ríkisveitingin dagførast, so hon kemur upp á dagsvirði.

 

Tá gerast Føroyar førar fyri at gjalda sína skuld, so okkara samfelag ikki endar í rentufelluni, tá ið altjóða renturnar fara at hækka.

 

Uppruddingin eftir Høgna Hoydal og Fólkaflokkin, sum seinnu árini eisini hevur eksperimenterað við føroyska búskapinum, verður stór. Men hon er neyðug, um Føroyar skulu koma víðari fram á leið. 

 

P.S. 

Alt reypið hjá H. Hoydal um, at fullveldisrørslan hevur staðið fyri øllum framburði í okkara landi, er sjálvrós og mytumakarí. Tað allar mesta av tí, sum hann vil eiga heiðurin av, er farið fram í tøttum samstarvið í ríkinum, ikki minst tá ið tað kemur til fígging.

 

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyriSambandsflokkin