20. apríl 2015

Sterk NATO-verja og tætt handilssamband við Russland ganga hond í hond

Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sigur við Edmund Joensen, fólkatingsmann, at so leingi NATO-verjan í Norðuratlantshavi er sterk, er ongin vandi við, at Føroyar hava tætt handilssambond og fiskivinnusamstarv við eitt støðugt aggressivari Russland

Fyrrapartin hevði Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, høvi at hitta NATO-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, ið eisini er fyrrverandi norskur forsætisráðharri.

 
Fólkatingsmaðurin er limur í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, og henda nevnd hevði fyrrapartin fund við NATO-aðalskrivaran. Á fundinum vórðu eitt nú trygdarpolitiskir spurningar viðgjørdir.
 
Edmund Joensen spurdi á fundinum NATO-aðalskrivaran um trygdarpolitisku støðuna her um okkara leiðir í Norðuratlantshavi við serligum atliti til, at Russland er vorðin ein støðugt aggressivari aktørur í Europa.
 
Í høvuðsheitum svaraði NATO-aðalskrivarin, at í hesum tíðum er týðandi at vera á varðhaldi og at hava eina sterka NATO-verju í Norðuratlantshavi: 

So leingi, verjan er sterkt og væl dubbað, er ongin vandi við, at Føroyar hava tætt handilssambond og fiskivinnusamstarv við eitt støðugt aggressivari Russland. Hinvegin: um verjan stendur veik, er vandi fyri, at handilssamband Føroya við Russland kann verða misbrúkt trygdarpolitiskt. 

Hetta var boðskapurin, ið NATO-aðalskrivarin gav fólkatingsmanni Sambandsfloksins.
 
- Ein sterk NATO-verja og tætt handilssamband við Russland ganga hond í hond. Men tak ikki feil. Russland hevur sterk áhugamál, eisini her um okkara leiðir, og tí er boðskapurin frá NATO týðandi. Hetta vísir enn eina ferð, hvussu umráðandi tað er, at Føroyar eru í tí rætta selskapinum altjóða, og at vit standa saman við okkara europeisku samstarvspartnarum sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins.