02. september 2015

Takk fyri góðan stuðul

Her er ein stór tøkk til tykkara, sum stuðlaðu Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum. Hóast valið royndist flokkinum illa, má farast undir politiska arbeiðið við treysti. Takk eisini til tykkum 636, ið valdu meg persónliga og bóru meg fram til at vera fyrstvaldan í flokkinum. Vónin er at liva upp til álitið. Atb. Edmund