24. august 2020

Enn einaferð spennir vantandi danskt CPR-nummar bein.

Grønlendigar fáa nú atgongd til vælumtóktu appina MobilePay.

Kundar hjá Tele-Post sleppa nu at nýta appina MobilePay í Grønlandi. Grønlendigar hava danskt CPR- nummar, og er hetta ein fortreyt fyri at fáa vælumtóktu appina. Í Føroyum hava vit í løtuni ikki atgongd til MobilePay appina. Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, vísir á, at ein forðing hjá føroyingum er, at føroyingar ikki hava eitt danskt CPR nummar. Hetta er enn eitt dømi um, at vantandi danskt CPR-nummar skapar forðingar í gerandisdegnum hjá føroyingum. 

Greinin kann lesast her.