18. februar 2020

Sambandsflokkurin á Fólkatingi søkir eftir starvslesandi

Sambandsflokkurin á Fólkatingi søkir eftir einum søgu- ella samfelagsfrøðilesandi til verkætlanararbeiði á skrivstovu okkara á Christiansborg seinnu lestrarhálvu í 2020.

Christiansborg

Sum starvslesandi hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Tú fert at arbeiða tætt saman við bæði fólkatingsumboðnum og starvsfólkahópinum hjá Sambandsflokkinum, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum vit hava á skrivstovuni.

Tú sleppur at granska og fara í djúpdina við einum evni. Arbeiðsuppgávurnar eru tengdar at eini verkætlan, har tú sleppur at vera við í tilgongdini frá byrjan og sjálv/ur í stóran mun leggja verkætlanina til rættis.

Útbúgving:

Tú hevur lisið í minsta lagi í tvey ár og ert sostatt antin á síðsta árinum av bachelorútbúgvingini ella ert farin í gongd við kandidatlesnaðin í søgu ella samfelagsfrøði.

Vit vænta, at:

  • tú ert samstarvssinnað/ur.
  • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • tú ert nærløgd/lagdur.
  • tú hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar bæði á føroyskum, donskum og serliga enskum.
  • tú hevur vitan og áhuga fyri søguligum tilfari.

Praktiskir upplýsingar:

Arbeiðstíðin er fulla tíð og er ólønt. Tó kann samsýning verða latin eftir galdandi reglum. Starvstíðin er seinna lestrarhálva í 2020. Tað er krav, at starvssetanin er góðkend av útbúgvingarstovninum og ikki seinkar útbúgvingina hjá tí starvslesandi.

Starvsstaðurin er Sambandsflokkurin á Fólkatingi á Christiansborg í Keypmannahavn. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til Liljuna Weihe, skrivstovuleiðara, á liljan.weihe@ft.dk og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2020.

Hevur tú spurningar til lestrarstarvið kanst tú venda tær til Liljuna Weihe á telefon +45 61625354 ella liljan.weihe@ft.dk.