01. november 2012

Er søguligi møguleikin mistur?

Eitt ár eftir løgtingsvalið í fjør hevur Sambandsflokkurin flutt seg munandi á politiska landkortinum, og spurningurin er, hvat tað ber í sær fyri flokkin frameftir

Tú hoyrir sama boðskap allastaðni.

 
Tá ið tú gert ørindi úti millum fólk.
 
Tá tú vitjar vinir og kenningar.
 
Fert á almennar fundir ella í føðingardagar.
 
Ferðast millum lond ella á Facebook.
 
Allastaðni, har ið fólk koma saman, er sama prátið: Sambandsflokkurin hevur flutt seg og er munandi broyttur.
 
Soleiðis er áskoðanin millum fólk nú eitt ár eftir løgtingsvalið leygardagin 29. oktober 2011.
 
Fatanin er, at Sambandsflokkurin hevur forsømt ein søguligan møguleika til at seta eina sterka dagsskrá fyri Føroyar.
 
Altjóða søguligir møguleikar
Søguligir møguleikar vísa seg sjáldan og mugu takast, tá teir eru har.
 
Heimssøgan er full av søguligum møguleikum. Lat okkum taka tvey dømi úr altjóða politikki, síðani eg kom á ting í 1988.
 
Berlinmúrurin fall í 1989. Tá var søguligur møguleiki til at demokratisera Europa. Táverandi Vesturtýskland og Europasamveldið brúktu møguleikan. Væl bar til.
 
Í nýliga íkomna "Arabiska várinum" er eisini søguligur møguleiki. Hann snýr seg um demokratisk rættindi og at vinna kvinnum í arabiska heiminum higartil óhugsandi rættindi. Vónandi verður møguleikin gjørdur til veruleika.
 
Føroyskir møguleikar
Í Føroyum hava vit eisini havt søguligar møguleikar.
 
Í 2000 helt Tjóðveldi seg hava ein søguligan møguleika til at kollvelta støðu Føroya í Ríkinum við at taka loysing.
 
Helst var møguleikin har.
 
Brúkti flokkurin so møguleikan? Nei, tíbetur fyri Føroya fólk.
 
Floksleiðarin gjørdi eitt avgerandi mistak. Hann noktaði Javnaðarflokkurin at sleppa upp í fullveldissamgonguna, ið skuldi gera enda á Ríkisfelagsskapinum.
 
Tá glapp møguleikin honum av hondum.
 
Søguligi møguleiki Sambandsfloksins
Sum kunnugt gjørdist Sambandsflokkurin størsti flokkur á løgtingsvalinum 29. oktober 2011.
 
Ríkisfelagsskapsflokkarnir - Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin - fingu tilsamans 42,5 prosent av atkvøðunum.
 
Á fólkatingsvalinum beint frammanundan fingu somu flokkar íalt 51,8 prosent av atkvøðunum.
 
Við stuðuli frá smærri flokkum hevði borið til at skipað eina samgongu, ið kundi rikið rættan sosialliberalan politikk í góðum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Tiltikna "breiða semjan" um fiskivinnu- og vinnupolitikk hevði hildið. Veruligir samfelagsreformar høvdu verið framdir.
 
Í Keypmannahavn hevði ein slík samgonga havt avgerandi ávirkan á politikkin hjá Helle Thorning-Schmidt. Nógv skilagott hevði komið á skaftið fyri Føroyar. Ongin ivi er um, at tað hevði hepnast at dagført ríkisveitingina, so sum Sambandsflokkurin fór til val uppá.
 
Her var søguligi møguleikin og leiðin, ið veljarar Sambandsfloksins valdu.
 
Forsømdi møguleikin
Sambandsflokkurin kendi ikki sína vitjunartíð, og søguligi møguleikin varð forsømdur.
 
Straks eftir valið segði gamli formaðurin í Javnaðarflokkinum, at føroyingar høvdu valt, at Føroyar skuldu snara til høgru. Fjølmiðlar messaðu hetta upp í saman, og av órannsakiligum orsøkum kom toppurin í Sambandsflokkinum til somu niðurstøðu.
 
Úrslitið kenna øll.
 
Ein víðgongd høgra-liberalistisk samgonga spurdist burturúr. Asosialur flatskattalætti, sum etur av pensjónsuppsparing føroyinga. Fiskirættindi verða tilvildarliga umsitin. Enn hevur samgongan ikki fingið í lag eina dagføring av ríkisveitingini. Og veruligir reformar bíða framvegis.
 
Um Sambandsflokkurin brúkti søguliga møguleikan til at reka sosialliberalan samríkispolitikk, hevði sæð øðrvísi út. Í vælferðarsamfelagnum er týðandi at hava á leið sama fíggjarliga útgangsstøði uttan skattligar gjáir, og líka atgongd má vera til tænasturnar, ið hitt almenna fíggjar.
 
Veljarin hevði fingið frælsi til at velja, t.d. hvørjar pensjónsskipanir, hann vil brúka, og - ikki minst - hevði vinnulívið fingið góðar umstøður og atgongd til tilfeingi eftir einum skipaðum leisti.
 
Sum eyka bonus hevði Føroya land fingið tað burturúr, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin høvdu staðið á síðulinjuni.
 
Broyting á politiska landkortinum
Nóg mikið um tað, sum kundi verið.
 
Lat okkum hyggja at støðuni júst nú og at tekningini "Politiska landkortið".
 
Eyðsýnt er, at Sambandsflokkurin er broyttur, og hann stendur tí heldur ikki har, ið hann stóð, fyri løgtingsvalið í fjør.
 
Høgrasnaringin varð almannakunngjørd beint eftir valið, og fyri trimum mánaðum síðani
fór flokkurin at flyta seg niður eftir tekningini. Niður eftir ásini, ið leiðir til loysing.
 
"Dreymarøðan" hjá sambandsformanninum ólavsøkudag flytir flokkin niður eftir landkortinum. Royndir eru gjørdar at hála dreymin í land, men gjørd gerð fær onga vend, sigur orðatakið.
 
Tómrúm á politiska landkortinum
Á politiska landkortinum stendur eitt tómrúm eftir Sambandsflokkin. Tað er har, ið trúfastir sambandsveljarar standa, nú politiskt húsvillir.
 
Hvagar skulu tey mongu nú venda sær?
 
Jú, tað gongur sjón fyri søgn.
 
Javnaðarflokkurin er langt síðani farin at minna sambandsveljarar á, at Javnaðarflokkurin er samríkissinnaður og við sosialum profili. Eyðsýnt kann hetta draga summi til flokkin.
 
Aðrir flokkar liggja eisini framvið.
 
Ósjónligur flokkur frameftir?
Hvat fer alt hetta at bera í sær fyri Sambandsflokkin í framtíðini?
 
Fleiri møguleikar eru.
 
Eg fari tó at vísa til analysuna hjá søgufrøðinginum Hans Andriasi Sølvará í Útvarpinum 17. august í ár:
 
"Sambandsflokkurin er í vanda fyri at gerast ósjónligur í føroyskum politikki, um kósin hjá sitandi formanni og hansara vongi verður tann ráðandi í framtíðini.
Bæði í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya og í víðgongda høgrapolitikkinum, er Sambandsflokkurin farin at líkjast ov nógv øðrum flokkum, og tað kann skaða flokkin".
 
Um søgufrøðingurin fær rætt, fer tíðin at vísa.
 
Hon fer eisini at vísa, um Sambandsflokkurin fær ein nýggjan søguligan møguleika til at gera tað rætta fyri Føroya land.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin