12. november 2013

Saltsilo-bygging: 50 arbeiðspláss og 12 mió. kr. í lønum

Uml. 12 mió. kr. skulu gjaldast í lønum, og uml. 50 arbeiðspláss verða knýtt at arbeiðinum, nú Saltsiloin á Drellnesi skal endurbyggjast. Onnur nýggj og varandi arbeiðspláss, inntøkur og vøkstur kunnu spyrjast burturúr í allari Suðuroy, um góðar kreftir frameftir kombinera mentanarmiðdepilin við cruise-vinnu og eitt kreativt upplivingarvinnuligt tilboð til ferðafólk

- Heilt frá tí, at arbeiðið við at útvega fígging byrjaði, hevur tað verið mín stóra vón, at Projekt Salt fer at skapa arbeiðspláss og vøkstur í allari Suðuroy. Tí er tað gleðiligt, at byggiarbeiðið loksins byrjar, og at nógv arbeiðspláss verða knýtt at verkætlanini komandi 14 mánaðirnar.

 
Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at Saltsilogrunnurin øðrumegin og byggifyritøkan TG Verk og ein røð av øðrum fyritøkum fara at undirskriva byggisáttmálar um Saltsiloina mikudagin.
 
Edmund Joensen er goodwill-ambassadørur fyri Projekt Salt, og hann hevur serliga arbeitt við at útvega verkætlanini nógvu milliónirnar í fígging úr Mærsk-grunninum, ríkiskassanum og landskassanum.
 
Hann er eisini limur í bygginevndini aftan fyri Saltsilo-byggingina.
 
Arbeiðspláss og ringvirkningar
Av arbeiðstakarafyritøkunum eru tríggjar staðsettar í Suðuroy, meðan 2-3 hava arbeiðsskapandi virksemi í Suðuroy.
 
Lønir fyri uml. 12 mió. kr. skulu útgjaldast, og byggingin ber í sær, at meira enn 30 ársverk - svarandi til uml. 50 arbeiðspláss - koma burturúr, meginparturin í Suðuroy. Afturat hesum eru ringvirkningar, ið koma flutningsfyritøkum, gistingarhúsum, matstovum og øðrum til góðar. Kommunur í allari oynni fáa eisini skattainntøkur burturúr.
 
Projekt Salt er eisini vinnuligt
Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sær ikki bert Projekt Salt sum eina mentanarliga men eisini sum eina vinnuliga verkætlan. Visjónin hjá fólkatingsmanninum er, at nýggj og varandi arbeiðspláss verða skapt í allari Suðuroy, tá ið Saltsiloin stendur liðug um 14 mánaðir.
 
Tí hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg sett í verk eitt útgreiningararbeiði, har kannað verður, um og hvussu cruise-vinna og avleitt virksemi innan upplivingarvinnu kunnu fremjast, tá ið Saltsiloin stendur liðug.
 
- Alt er treytað av, at góðu lokalu kreftirnar í Suðuroy hava hug at verða við. Kombinatiónin av einum mentanarmiðdepli, cruise-vinnu og einari kreativari upplivingarvinnu í Suðuroy kann bera í sær nýggjar inntøkumøguleikar, nýggj arbeiðspláss og nýggjan vøkstur til gleði fyri allar suðuroyingar og landið alt, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins.
 
Hann verður hjástaddur, tá byggisáttmálar um Siloina verða undirskrivaðir mikudagin.
 
Aðrar greinar um sama evni:
Fólkatingið endaliga játtað Saltsilo 18 mió. kr.
Lyftið um 18 mió. kr. til Saltsilo er trygt
Lagnan hjá Saltsilo avgerast í morgin
Edmund Joensen rykkir eftir pengum til Saltsilo
18 mió. kr. til Saltsilo á Tvøroyri