Samstundis vilja 35 prosent varðveita verandi støðu, meðan bert 21 prosent taka undir við, at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt land.
Ein greiður meiriluti av fólkinum, heili 78 prosent, vilja, at Føroyar framhaldandi skulu vera ein partur av ríkisfelagsskapinum, antin við óbroyttari støðu ella við størri sjálvræði.
Undirtøkan fyri loysing er sostatt sera avmarkað millum fólkið.
Eg havi eftirhondini ikki tal á, hvussu ofta tað hevur verið kritiserað og sett spurnartekin við, hví vit í Sambandsflokkinum ikki eru við í sokallaðu tjóðarsemjuni.
Vit eru ikki við, tí vit ikki vilja loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin hevur ongantíð og fer ongantíð at arbeiða fyri at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. So einfalt er tað.
Harafturímóti haldi eg, eins og tey 44 prosentini av teimum spurdu í hesi kanningini, at vit skulu hava “størri sjálvræði innan fyri ríkisfelagsskapin”.
Eg haldi eisini, at vit skulu lurta eftir teimum 35 prosentunum, sum vilja varðveita verandi støðu.
Tað verður áhaldandi tikið til, at tað er breið semja ímillum flokkarnar á løgtingi at gera Føroyar til eitt sjálvstøðugt land. Men sambært kanningini tekur fólkið ikki undir við hesi breiðu semjuni, sum verður kallað tjóðarsemjan.
Er tað líkamikið hvat fólkið heldur? Sjálvandi ikki.
Flokkarnir í tjóðarsemjuni hava aftur og aftur roynt at sannføra seg sjálvar um, at loysing er rætta kósin fyri Føroyar. Men úrslitið av kanningini hjá Portalinum og FM1 talar fyri seg. Bara 21 prosent vilja loysa.
Tað kemur neyvan óvart á nakran, at megin parturin av teimum 21 prosentunum, sum vilja loysa eru Tjóveldisfólk.
Men tað er áhugavert at síggja, at ávikavíst 37 og 39 prosent av teimum spurdu fólkafloksveljarum og javnaðarveljarum vilja ikki broyta ríkisfelagsskapin.
Heili 47 prosent av fólkafloksveljarum og 56 prosent av javnaðarveljarum vilja hava størri sjálvræðið í ríkisfelagsskapinum. Og so tosa tit um at tað er breið semja um loysing?
Hendan kanningin hevur vónandi sett nakrar tankar í gongd.
Tað eru Sambandsflokkurin og fólkið sum eru í meiriluta. Sambandsflokkurin er í minniluta í løgtinginum, tá vit tosa um tjóðarsemjuna, men vit eru í meiriluta, tá ið fólkið verður spurt.
Lat okkum áhaldandi styrkja og menna ríkisfelagsskapin!
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.