06. juni 2025

Ráðgevi til Sambandsflokkin á Fólkatingi

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum ráðgeva at byrja á skrivstovuni 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Sum ráðgevi hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. 

Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. 

Starvsfólkahópurin hjá okkum arbeiðir tætt saman, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum á skrivstovuni á Christiansborg.

Førleikar

Vit vænta, at tú:

  1. Hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki

  2. Hevur góð samstarvsevni

  3. Arbeiðir sjálvstøðugt

  4. Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

  5. Megnar at hava fleiri bóltar í luftini

  6. Ert ábyrgdarfull/fullur

  7. Dugir at seta teg inn í torskild mál og fjølbroytt evni

Praktiskar upplýsingar

Talan er um eitt fulltíðarstarv sum ráðgevi á skrivstovuni hjá Annu Falkenberg og Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sum liggur á Christiansborg í Keypmannahavn.

Lønin verður sett sambært avtalu.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Kaj Joensen á teldupost: kaj.joensen@ft.dk í seinasta lagi 30. juni 2025.

Skriva “Ráðgevi” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi og sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Kaj Joensen á tlf. +45 61625724

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.