23. apríl 2025

Verjan kring Føroyar má styrkjast

Landsstýrið má taka annað skinn um bak og gera alt fyri at fáa góðar avtalur í lag fyri Føroyar, nú hóttanarmyndin broytist skjótt.

Støðan má takast í allar størsta álvara.

Tí er tað gleðiligt, at donsku flokkarnir, ið eru partar av verjusemjuni, eru blivnir samdir um at útbyggja herflotan. Hetta bleiv kunngjørt í dag, og avtalan er partur av verjusemjuni.

Sambært hesi avtaluni er talan um smærri skip, ið skulu byggjast, og millum annað verður dentur lagdur á at byggja skip, sum skulu verja kritiskan infrastruktur.

Fleiri avtalur í samband við verjusemjuna eru á veg. Millum annað “Delaftale 2 for Arktis í 2025”. Í hesi avtaluni er ætlanin at styrkja sjóverjuna og flogvápnið uppaftur meira, umframt at byggja nýggjar fregattir.

Danski ráðharrin í tilbúgvingarmálum, Torsten Schack Pedersen, boðaði herfyri frá, at hóttanin móti Danmark er tann mest álvarsliga síðani annan veraldarbardaga.

Fregnartænastan hjá donsku verjuni sigur eisini í frágreiðingini “Udsyn 2024”, at Russland heldur eygað við havleiðurnar í Norðurhøvum. Hetta gongur fyri seg við bæði sivilum- og herskipum. Russar kortleggja økið, so teir vita, hvussu teir kunnu fremja sabotasju á undirsjóvarkaðlarnar, um tað verður ein vápnað konflikt við NATO.  

Avtalurnar verða ikki gjørdar uttanum Landsstýrið, so her er góður møguleiki fyri ávirkan – trygdin hjá okkum eigur at koma í fremstu røð.