03. februar 2025
Áhugin er stórur fyri ríkisfelagsskapinum í hesum døgum.
Í einum stúgvandi fullum hølum hjá Norðuratlantiska Húsinum í Odense var lívligt kjak um, hvussu felagsskapurin við Danmark verður framyvir, og hvussu ein kann styrkja sambondini millum Danmark, Føroyar og Grønland.
Eingin kann vera iva um longur, og tað vóru fólk í kjakpanelinum eisini samd um, at broytingar mugu gerast. Tí nýtti Anna Falkenberg høvið til at siga, at “Nýtt Samband” er leiðin at ganga.
Longu hósdagin 6. februar er aftur kjakfundur um ríkisfelagsskapin, tá Sambandsflokkurin á Christiansborg skipar fyri ráðstevnu í Landsstingssalinum á Christiansborg.