28. januar 2025

Ráðstevna um ríkisfelagsskapin 2.0

Er tíðin farin frá Ríkisfelagsskapinum? Ella krevst ein nýskipan fyri at varðveita hann?

Kom við á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin 2.0, har Sambandsflokkurin leggur fram eitt uppskot um nýskipan av sambandinum millum Danmark og Føroyar.

Í seinastuni hevur verið nógv kjak um sambandið millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Hetta kom í kjalarvørrinum av útsagnunum hjá Donald Trump um at keypa Grønland. Tí bjóða Anna Falkenberg og Sambandsflokkurin á Fólkatingi til ráðstevnu, har hesir spurningar verða viðgjørdir. Eisini verður pallborðskjak.

Vit gleða okkum til eitt læruríkt og spennandi kjak í Landstingssalinum á Christiansborg hin 6. februar kl. 16:30-18:30.

Tilmelding á saft@ft.dk. Freistin er 6. februar kl. 12.00

 

Skrá:

16:30               Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, bjóðar vælkomin

16:35-16:50    Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, leggur Nýtt Samband fram

16:50-17:05    Nauja Bianco, sjálvstøðugur ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Nordatlantisk Hus, Odense, heldur framløgu um, hvussu aktuella kjakið hevur ávirkað diskussiónina um ríkisfelagsskapin út frá einum grønlendskum sjónarhorni

17:05-17:20    Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður og danskur umboðsmaður í NATO, heldur framløgu um upprunan og menningina í ríkisfelagsskapinum frá einum søguligum sjónarhorni

Steðgur

17:30-18:15    Pallborðskjak um framtíðar ríkisfelagsskapin

Orðstýrari er Jonas Roelsgaard, serligur ráðgevi hjá DUF

Kjakluttakarar:

  • Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin
  • Louise Elholm, fólkatingslimur fyri Venstre
  • Karsten Hønge, fólkatingslimur fyri Socialistisk Folkeparti
  • Rasmus Jarlov, fólkatingslimur fyri Det Konservative Folkeparti
  • Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður og danskur umboðsmaður í NATO
  • Nauja Bianco, sjálvstøðugur ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Nordatlantisk Hus

18:15-18:30    Spurningar frá áskoðarum

18:30                 Takk fyri í kvøld