07. desember 2022

6,8 mió. kr latnar til gransking í Norðuratlantshavi eftir áheitan frá Sambandsflokkinum

Eftir áheitan frá Edmundi Joensen, fyrrverandi fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin, játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini 2020. Nú eru aftur tvær verkætlanirnar fíggjaðar frá granskingarskránni.

 

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í nógv ár arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og danska stjornin játtaði á fíggjarlógini fyri 2020, eftir áheitan frá táverandi fólkatingsliminum, Edmundi Joensen, 25,5 mió. kr. til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi. 

Annað játtanarumfar frá granskingarskránni er júst almannakunngjørt, og 6,8 mió. kr. eru játtaðar til tvær samstarvsverkætlanir, ið hava til endamáls at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. Átta umsóknir vóru komnar, tá freistin var 25. august.

- Tað gleðir meg stórliga, at áhugin fyri at granska í Norðuratlantshavi er stórur. Gransking í okkara ovurstóra og sera áhugaverda havi her norðuri er av alstórum týdningi, bæði hvørjum viðvíkir umhvørvi og fiskastovnum, og Edmund gjørdi eitt rimmar arbeiði við at fáa til vega fígging til havgransking. Eg ætli mær sjálvsagt at halda fram við tí leistinum, tí einki bendir á, at tørvurin á havgransking minkar – eg havi hug til at siga tvørturímóti, sigur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú er sostatt fíggjaðar tvær ph.d. og tvær post.doc. ritgerðir afturat. Restin av teimum 25,5 mió. kr. verða tøkar at søkja næsta ár við seinasta játtanarumfari frá granskingarskránni.

Les meira um verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.