16. november 2022

Anna er nú klár at fara til verka

Til hátíðarhald á Fólkatingi í dag, undirskrivaði Anna Falkenberg, nývaldur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, grundlógina, og hon er nú klár at fara til verka á Fólkatingi.

 

Áðrenn nývaldu fólkatingslimirnir kunnu luttaka í fólkatingsarbeiðnum, skulu tey skriva undir upp á, at tey fara at yvirhalda Grundlógina. Hetta gjørdi Anna Falkenberg í dag við hátíðarhaldi í Felagssalinum, har nývaldu limirnir, tríggir í senn, skrivaðu undir upp á setningin: “Jeg lover herved på ære og samvittighed at holde rigets grundlov”.

Óvanliga nógv skuldu í dag skriva undir Grundlógina. 65 limir av teimum 179, ið sita í Fólkatinginum, eru sostatt nývald, harav 52 ongantíð fyrr hava havt sæti á Fólkatingi. Anna Falkenberg er sum kunnugt ein av teimum.

- Tað var ein stór løta fyri meg at undirskriva Grundlógina í dag - nú er tað veruleiki. Eg eri sera spent at fara í holt við fólkatingsarbeiðið, og eg eri heilt klár. Eg gleði meg at fara til verka, sigur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.