14. apríl 2022

Orkupolitikkur Føroya: Hitin er í jørðini

Spennandi verður at síggja úrslitið av kanningini, sum landstýrismaðurin í orkumálum letur gera um jarðhita úr tí føroysku undirgrundini. Tí orkan er har, um vit leita, sigur Edmund Joensen í nýggjari grein.

Spennandi verður at síggja úrslitið av kanningini, sum landstýrismaðurin í orkumálum letur gera um jarðhita úr tí føroysku undirgrundini. 

Politisk semja er um, at Føroyar á landi skulu vera grønar í 2030. Also, at vit til ta tíð hava nokk av grønari (el)orku frá vatni og vindi og bert nýta olju sum backup, tá grøna skipanin ikki skapar nóg nógva orku til tørvin. Tvs. í høvuðsheitum, tá teir stillu dagarnir fella saman við turkinum.

Nógv verður tosað um, hvussu vit røkka hesum máli, og serliga gongur kjakið út upp á, hvussu nógvan skund tað hevur at fáa elbilar á vegirnar og tilsvarandi tøkar løðistøðir. Men stóra takið er eftir, um hús og bygningar av øllum handa slag skulu hitast upp einans við grønari orku.

Tað sigur seg sjálvt, at við eldri húsum er tað serliga eftirbjálving, ið ger størstan munin og sum bæði kann spara samfelagnum nógv útlát og tí einstaka húsarhaldinum nógvar krónur. Bjálving er besta og skjótasta loysnin, og landstýrisins politikkur eigur tí at snúgva seg um at bjálva verandi hús - politikkur, sum stuðlar undir, at eldri hús verða bjálvað.

Hetta er størsta og kontantasta oljusparingin, og ein CO2-sparing, sum fólk kunnu fáa beinavegin.

Tá íð hugsað verður um orkusparing og nýbygd hús, so fara tey helst at verða so væl bjálvað, at tey hava lítlan orkutørv, og ein sokallað kombinerað el/jørð- og ventilatiónsskipan syrgir fyri bæði hita og reinari luft.

Upphiting av bygningum
Tað er upphiting av bygningum: sethúsum, skúlum, eldraheimum, sjúkrahúsum, virkjum, verkstøðum og almennum sum privatum bygningum av øllum handa slag, sum brúkar mestu oljuna til upphiting. Tí er tað her, at nakað munagott kann gerast, um rætt verður borið at.

Neyðugt er við leiðreglum frá serfrøðini og landsstýrinum, sum verða gjørdar, um hvussu skilabest er at loysa ymiska orkutørvin út frá tí orku, sum verður tøk í 2030.

Vindur og vatn er útgangsstøðið
Hvat er so natúrliga útgangsstøðið hjá okkum i Føroyum fyri varandi orku?

Jú, har eru vit samd um, at vatn og vindur og onnur natúrorka skal vera tað berandi útgangsstøðið til framleiðslu av sjálvari el-orkuni. Hitapumpur, sum veksla hitastig úr luftini, kann vera ein góð loysn, men trupulleikin í Føroyum er sjálvsagt, at her hava vit ikki altíð hita í luftini men heldur kulda.

Hvat er so til ráða at taka? Hitin í sjónum er frá einum 5 hitastigum um veturin til eini 12 hitastig um summarið. Her ber eisini til at gera íløgur, men saltið er her ein eyka trupulleiki.

Álítandi íløga
Hinvegin er jarðhiti sera álítandi. Tað skal tó ein rímilig íløga til fyri at fáa fatur á honum. Tí tað krevur at borað verður niður í jørðina einar 200-400 metrar, alt eftir hvar tú ert staddur í landslagnum og landinum, og alt eftir hvussu stórur tørvurin er.

Nýggj hús eiga øll at hava sær henda møguleika fyri eyga. Tí verða húsini bygd við jarðhita, gerst elrokningin sera lítil, og orkan er so nær náturorku sum gjørligt.

Hitin er ymiskur
Hitin i jørðini er helst ymiskur frá stað til stað. Í hvussu er bera tær ymisku keldurnar, sum springa upp úr jørðini runt um í landinum, boð um ymsan hita í jørðini. Heita keldan í Kollafirði er nokk mest kend við sínum 26 hitastigum, men vit vita eisini um aðrar heitar keldur. 14 hitastig við Áir, 18 hitastig í Varmakeldu í Fuglafirði, 15 hitastig við Streymin á Oyrarbakka.

So orkan er har, um vit leita, og henda fjalda orkan kann eftir øllum at døma upphita framtíðar hús á ein tryggan og reinan hátt og fyri ein forholdsvís bíligan prís. Váðin er haldbarið í nýggju skipani, og allur teknikkur má sjálvandi viðlíkahaldast og uppgraderast.

Spennandi hevði verið um vatnorka, vindorka og jarðorka kunnu gerast bulurin í upphiting á landi í Føroyum, sum varandi og rein orka og sum avloysari fyri oljuna.

Edmund Joensen,
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin