06. desember 2021

Helgi Abrahamsen tekur sæti á Fólkatingi

Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen kemur tí í hansara stað frá 6. december 2021.

Mánadagin 6. december verður fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, tekur tí við sessinum á Fólkatingi.

Helgi Abrahamsen er útbúgvin journalistur og byrjaði sína politisku yrkisleið sum floksskrivari hjá Sambandsflkkinum í 1999. Har starvaðist hann til í 2008, tá hann varð valdur í Løgtingið á fyrsta sinni. Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum í tíðarskeiðnum 2019-2021.

Hóast Helgi sostatt hevur drúgvar politiskar royndir, skal hann nú á fyrsta sinni royna seg sum limur í Fólkatinginum.

- Nú havi eg roynt eitt sindur av hvørjum sum politikari, men hetta er fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg á Fólkatingi. Eg eri spentur upp á avbjóðingina, og tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir áhugaverdir dagar. Eg fari í øllum førum at royna at fáa sum mest burturúr, meðan eg eri her, sigur Helgi Abrahamsen.

Fyribils fólkatingslimurin skal til arbeiðis beinavegin. Longu týsdagin skal hann í eldin, tá spurnartími verður við forsætisráðharra Mette Frederiksen. Harafturat eru nevndarfundir og aðrir fundir á skrá hesa vikuna.

Áðrenn Helgi Abrahamsen sleppur at taka pláss í Fólkatingssalinum, skal hann formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í salinum. Hetta er tó at rokna sum ein formalitetur, av tí at tað ikki er óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi.