22. oktober 2021

14 mió. kr til gransking í Norðuratlantshavi eftir áheitan frá Sambandsflokkinum

Eftir áheitan frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin, játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini 2020. Nú eru fyrstu verkætlanirnar fíggjaðar.

Í nógv ár hevur Edmund Joensen arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og danska stjornin játtaði á fíggjarlógini fyri 2020, eftir áheitan frá fólkatingsliminum, 25,5 mió. kr. til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi. 

Nú kemur veruliga ferð á granskingina í Norðuratlantshavi, tí heilar 14 mió. kr. eru í dag játtaðar til fýra samstarvsverkætlanir, ið hava til endamáls at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.  

Tað er Granskingarráðið, sum umsitur hesa játtanina, og av tí, at eingin verkætlan fekk stuðul seinasta ár, vóru 16 mió. kr. tøkar at søkja í ár. Umsóknarfreistin var í summar, og nú er greitt, at fýra verkætlanir hava fingið játtaðan stuðul fyri í alt 14 mió. kr. Í alt vóru 16 umsøkjarar í hesum umfarinum.

- 16 umsóknir er heilt nógv, men eg skilji eisini væl, at áhugin er stórur, tí okkara hav er eitt tað mest áhugaverda í heiminum. Vit sita á sjálvum blandingsbattaríinum, har teir heitu og køldu havstreymarnir møtast, og blandimaskinan fer í gongd. Tí gleðir tað meg sera nógv, at so nógv eru áhugaði í at granska í Norðuratlantshavi. Føroyar eru við hesum nærmast blivnar ein miðdepil í havgransking í okkara parti av heiminum. Og at føroyskir stovnar eru partur av øllum fýra verkætlanum, ger tað bert enn meira gleðiligt, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Seinast Edmund Joensen hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar, hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur í 2015. Hann tók málið upp aftur, tá hann var valdur á Fólkating aftur í 2019, og fekk sostatt játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini fyri 2020.

Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú er sostatt fíggjaðar tvær ph.d. og tvær post.doc. ritgerðir afturat. Restin av teimum 25,5 mió. kr. verða tøkar at søkja næstu árini.

Les meira um verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.