12. mai 2014

Stórt framstig fyri øll í Føroyum

Hópin av føroyingum uppliva, at tað er trupult at brúka ymsar møguleikar og tænastur í Ríkisfelagsskapinum og at fara frítt um landamørkini. Nú royna vit fýra fólkatingslimir úr Føroyum og Grønlandi at gera nakað við trupulleikan

Sitat úr nevndaráliti, sum kemur til viðgerðar í Fólkatinginum í morgin: 
 

"Det skal være nemt og smertefrit at drive forretning, flytte, pendle arbejde og studere på tværs af grænserne i rigsfællesskabet".

 

Hópin av føroyingum uppliva, at tað er trupult at brúka ymsar møguleikar í ríkisfelagsskapinum og at fara frítt um landamørkini. 

 

Nú royna vit fýra úr Føroyum og Grønlandi at gera nakað við trupulleikan. 

 

Av tí, at samstarv - og ikki longur so nógvar konfliktir - merkja arbeiðið hjá føroyingum í Fólkatinginum, er Kringvarp Føroya stórt sæð givið at dekka føroyskan politikk á Christiansborg.

 

Substansur hevur ikki so stóran áhuga, skilst.

 

Kortini er uppskotið til samtyktar, sum kemur fyri í morgin, sera relevant fyri ein sera stóran part av lurtarum Kringvarpsins og føroyingar sum heild.

 

Tey, sum hava áhuga, kunnu lesa stutta nevndarálitið á hesi leinkju:

 

http://www.ft.dk/RIpdf/samling/20131/beslutningsforslag/B34/20131_B34_betaenkning.pdf

 

Les eisini á Facebook:

 

https://www.facebook.com/christiansborg

 

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin