03. februar 2021

Nýggj donsk skundlóg um sóttarhald og koronukanning er ikki galdandi fyri ferðandi úr Føroyum

Danska stjórnin fer at áseta eina nýggja skundlóg, ið merkir at øll ið ferðast til Danmarkar frá útlandinum við lóg skulu kannast fyri koronu við komu og í sóttarhald. Hendan lógin verður tó ikki galdandi fyri ferðandi úr Føroyum og Grønlandi.

 

Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevur júst atkvøtt fyri uppskotinum hjá donsku stjórnini um nýggja skundlóg, ið gevur møguleika fyri at krevja, at øll, ið hava verið í útlandinum og ferðast inn til Danmarkar skulu kannast fyri koronu og í sóttarhald við komu til landið - júst sum vit kenna tað frá føroysku tilmælunum. Hendan lógin verður eisini galdandi fyri danskir ríkisborgarir

Inntil nú hevur sóttarhald og kanning við komu til Danmarkar verið eitt tilmæli, men við nýggju lógini verður tað sostatt eitt krav.

Ikki galdandi fyri ferðandi úr Føroyum
Av tí, at tað mangan er ivi um, hvørs donsku koronu-lógirnar eru galdandi fyri ferðandi, ið ferðast úr Føroyum til Danmarkar, hevur Edmund Joensen spurt løgmálaráðharra Nick Hækkerup um hendan skundlógin eisini er galdandi fyri ferðandi úr Føroyum og Grønlandi. Ráðharrin hevur svarað spurninginum og sigur, at:

”Rejser inden for Rigsfællesskabet anses for indenrigsflyvninger, og der vil ikke gælde krav om test og isolation i forbindelse med rejser inden for Rigsfællesskabet. ”

Tað vil sostatt siga, at nýggja lógin ikki er galdandi fyri ferðandi úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar.

Hendan nýggja lógin hevur ikki ávirkan á føroysku tilmælini um sóttarhald við komu til Føroya, sum framvegis eru galdandi.