15. mai 2012

VIDEOKLIPP: Stoltenberg upp í makreltrætuna

Úrslitaleysu samráðingarnar áttu at verðið lyftar upp á hægri politiskt stig, nú Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, vitjar í Føroyum hesa vikuna

Nú má makreltrætan loysast.

 

Tær higartil úrslitaleysu samráðingarnar áttu at verðið lyftar upp á hægri politiskt stig. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur eitt gylt høvi at royna hetta, nú norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, vitjar Føroyar. 

 

Føroyar skulu hava sín rímiliga part av makrel-tilfeinginum á føroyskum sjóøki, og sleppast má undan einum møguligum ES-boykotti.

 

Sí video her: http://youtu.be/c4g9UahpiPQ