10. januar 2015

Vilt tú verða triðjalandsborgari í egnum ríki?

Hevur tú sæð, hvussu politikarar her heima vilja gera teg til triðjalandsborgara í ríkisfelagsskapinum og restini av Europa, tí teir vilja sleppa at yvirtaka útlendingaøkið og taka móti flóttafólkum?

Seinastu vikurnar hava føroyingar verið vitni til, hvussu fólk á politiska pallinum missa jørðforbindilsið.

 
Her hugsi eg um orðaskiftið um at yvirtaka útlendingamál og i tí sambandi at taka ímóti flóttafólkum her í Føroyum.
 
Talan er um eitt kostnaðarmikið hugskot, ið hóttir við at gera teg og allar aðrar føroyingar til triðjalandsborgarar í okkara egna ríki og í restini av Europa.
 
Lat okkum fyrst hyggja at avleiðingunum fyri teg.
 
Triðjalandsborgari
Helst hevur tú sæð, at Smyril Line og Vága Floghavn tala at og greiða frá avleiðingum av at yvirtaka útlendingaøkið.
 
Fyritøkurnar siga, sum rætt er, at føroyingar fáa trupulleikar á øllum europeiskum flogvøllum og havnum – eisini teimum donsku - uttan føroyskan limaskap í Schengen-samstarvinum.
 
Veruleikin er, at føroyingar verða uppaftur meira avbyrgdir frá Europa.
 
Við yvirtøku av útlendingaøkinum verða Føroyar settar uttan fyri Schengen-markið hjá 26 londum í Europa. Tað ber bæði í sær, at marknaeftirlitið móti føroyingum verður hert, og at Føroyar missa Scengen-rættindi.
 
Ein spurningur er, um føroyingar uttan fyri Schengen verða noyddir til at hava visum – eitt serligt innferðarloyvi – fyri at sleppa inn í Schengen-lond, m.a. øll ES-lond.
 
Um tað gerst støðan, er vandi fyri, at tú, eg og allir aðrir føroyingar noyðast at søkja um uppihaldsloyvi í Schengen-londum – eisini Danmark – um vit vilja steðga í meira enn tríggjar mánaðir.
 
Hetta er avbyrging og markaforðing, sum forslær.
 
Føroyingar – ríkisborgarar – eiga ikki at finna seg í, at verða gjørdir til triðjalandsborgarar í egnum ríki og í okkara parti av heiminum.
 
Vaksa pengar á trøunum?
Uppi í øllum hesum hongur eisini tann fíggjarligi spurningurin, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki ókeypis at yvirtaka útlendingamál og at gerast ein altjóða spælari á flóttafólkaøkinum.
 
Tøl frá danska Rockwool Grunninum vísa, at tilflytarar frá ikki-vestanlondum í fjør kostaðu danska ríkiskassanum 16,6 milliardir krónur. Hetta svarar til umleið 26 ríkisveitingar til Føroya eftir bert einum ári.
 
Við einum ambitiøsum flóttafólkapolitikki kann ovbyrjaði landskassin fáa eina rokning á einar 160 milliónir krónur – hvørt ár!
 
Hvaðani skulu teir pengarnir koma?
 
Hvar skal sparast ella skerjast í vælferðini?
 
Hvussu nógv skal skatturin hækka?
 
Tað mugu Poul Michelsen, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen siga føroyingum.
 
Ríkið hevur higartil tikið sær av flóttafólkapolitikkinum undir góðum og skipaðum umstøðum, hóast málsøkið er sera krevjandi og kostnaðarmikið. Um Føroyar ynskja at hava ein aktivari leiklut á hesum øki, skal virkast innan karmarnar av ríkisins samlaða flóttafólkapolitikki og í tøttum samstarvi við ríkismyndugleikarnar. 
 
Forlorið  bringuprýði
Nú eins og áður eru yvirtøkur forlorið bringuprýði hjá loysingarmonnum, ið vilja spæla sær við Føroyum og okkum, ið her búgva.
 
Ólukkan er, at tú sum skattaborgari skalt gjalda rokningina, umframt at tú í hesum máli skalt finna teg í at verða triðjalandsborgari í egnum ríki og heimsparti.
 
Fert tú at finna teg í hesum?
 
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin