09. desember 2020

Ráðharrar skulu svara spurningum um nýggja handilsavtalu og betur trygd

Samráðið, sum Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra, hava tikið stig til við uttanríkismálaráðharra Jeppe Kofoed og verjumálaráðharra Trine Bramsen, verður hildið hósdagin 10. december kl. 14.00 – 15.30 danska tíð á Christiansborg.

Í oktober mánaða boðsendu Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra, ráðharrunum Jeppe Kofod og Trine Bramsen í samráð. Orsøkin til hetta samráðið er, at Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen ynskja eina útmelding frá donsku stjórnini um bæði tey føroysku handilsviðurskiftini og trygdarstøðuna í Føroyum.

- Í dag hevur føroyski útflutningsmarknaðurin trupulleikar at náa vesturlendsku marknaðunum við tilvirkaðum vørum. Um stóri ES-marknaðurin verður opnaður fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar av sær sjálvum minni bundnar at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til. Á tann hátt verða Føroyar av sær sjálvum ikki á sama hátt í vanda fyri at verða líka útsettar fyri trýsti frá teimum ódemokratisku londunum í eysturi. Tað er av stórum týdningi, at vit fáa eina nýggja handilsavtalu við ES, og eg fari tí at biðja uttanríkisráðharra Jeppe Kofod greiða frá, hvussu danska stjórnin víðari ætlar at stuðla hesum ynskinum, sum eisini er eitt mál, sum Landsstýrið arbeiðir við, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Betur trygd í Føroyum
Harumframt hava Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen biðið verjumálaráðharra Trine Bramsen greiða frá, hvørji tiltøk stjórnin metir verða neyðug fyri at tryggja rætta eftirlitið við okkara øki í Norðuratlantshavi.

Teir hava tí spurt ráðharran, um danska stjórnin saman við Landsstýrinum ætlar at seta ein radara upp í Føroyum, soleiðis at man betrar um møguleikan at hava eftirlit við luftrúminum í øllum ríkisfelagsskapinum.

- Tað er sera týdningarmikið, at avgerðin verður tikin í samráð við Landsstýrið og Løgtingið, soleiðis at avgerðin ikki bert liggur hjá donsku stjórnini. Tí fari eg at biðja verjumálaráðharran greiða frá, í hvønn mun Landsstýrið og Løgtingið verða inndrigin í møguligu ætlanirnar, og eisini hvørji sivil endamál, radarin kann nýtast til, sigur Edmund Joensen.

Samráðið verður hildið á Christiansborg, hósdagin 10. december kl. 14.00 – 15.30 danska tíð og kann stroymast á heimasíðuni hjá Fólkatinginum her.