08. juni 2015

Hini vilja niðurlaga – Vit byggja upp

Meðan Sambandsflokkurin á Christiansborg arbeiðir fyri øktari vælferð og fleiri inntøkum til føroyingar, ætla aðrir flokkar á Fólkating at niðurlaga vælferðina og avbyrgja okkara land

Áhugavert er at síggja og hoyra tað, ið ymsu politisku flokkarnir hava sett sær fyri at gera á Christiansborg næsta valskeið.

 
Fólkaflokkurin vil sleppa at avbyrja okkara land við at fara til Keypmannahavnar at verja Føroyar móti Europa.
 
Tjóðveldisflokkurin ætlar aftur at niðurlaga føroyska vælferð við at skerja upp aftur meira av ríkisveitingini, enn flokkurin longu hevur gjørt.
 
Og Javnaðarflokkurin hevur í kvittanum at  hjálpa Tjóðveldisflokkinum at lirka loysingina inn gjøgnum bakdyrnar – nú við at krevja eina føroyska grundlóg av donsku stjórnini.
 
Hetta er sama gamla søga um politikarar, ið vilja skekla okkum úr ríkinum, avbyrgja Føroya land, minka inntøkurnar og niðurlaga vælferðina.
 
Hvar veksur pengatræið?
Higartil hevur eingin av sonevndu “tjóðskaparrøddunum” dugað at víst á, hvussu stóra holið eftir ríkisveitingina skal fyllast, ella hvørjir samfelagsbólkar skulu merkja skerjingar og sparingar.
 
Heldur ikki hvussu stórt fullveldisskattatrýstið verður. Ella hvussu langt niður í livifóti, føroyingar noyðast at fara.
 
Tað tykist sum, at pengar fara at vaksa á onkrum træi.
 
Økja inntøkurnar
Upp ímóti afturhaldsflokkum stendur einasti sambandsflokkur í Føroyum.
 
Á Christiansborg útvikla vit Ríkisfelagsskapin við nýggjum sambondum og semjusøkjandi samstørvum tvørtur um floksmørk.  Hvønn dag arbeiða vit hart fyri at verja og menna rættindi hjá føroyingum. Og vit skapa ítøkilig úrslit, sum føroyingar kunnu brúka til nakað.
 
Onkur vil illneitast inn á, at tað hevur eydnast okkum at útvegað góða fígging til verkætlanir her heima, men tað steðgar okkum ikki í at halda fram við arbeiðinum, tvørturímóti.
 
Eisini brúka vit fólkatingssessin til at vísa á nýggjar inntøkur og nýggj arbeiðspláss til Føroya.
 
Ein kanning, ið Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt, vísir t.d., at útflutningsvirði Føroya í minsta lagi kann tvífaldast. Næsta valskeið kundu vit hugsað okkum at farið víðari við hesum uppbyggjandi arbeiði og víst á aðrar gongdar leiðir fyri Føroyar.
 
Heilsuverkið upp á hægri støði
Síðuleypandi krevja vit okkara rætt í ríkinum.
 
Sambandsflokkurin hevur áður verið tungan á vágskálini í Fólkatinginum, og vit vóna eisini eftir valið at fáa góða ávirkan á eina nýggja bláa stjórn. Tá fara vit at trýsta á fyri at hækka støðið í heilsuverkinum í Føroyum.
 
Heilsuverkið er felagsmál í Rikisfelagsskapinum, og tað er náttúrligt, at stjórnin tekur ábyrgd og er við til – í nógv størri mun enn í dag – at fíggja hetta felags øki, ið treingir so harðliga til dagføring við á leið sama støði sum heilsuverkið í Danmark.
 
Onnur felagsmál – serforsorg og pensjónir – eiga eisini at verða lyft upp fíggjarliga.
 
Tey, sum fylgja við politikkinum á Fólkatingi, vita, at Sambandsflokkurin á Christiansborg gevur ikki upp og helmar ikki í, fyrr enn málini – fyrr ella seinni – eru rokkin.
 
Tað lyfti geva vit eisini til valið tann 18. juni.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin