19. desember 2019

25,5 mió.kr. komandi 4 árini til havgransking í Norðuratlantshavi!

Edmund Joensen takkaði í gjár fíggjarmálaráðharranum, Nicolai Wammen, og donsku stjórnini fyri sýnda vælvild í sambandi við 3. viðgerð av fíggjarlógini í gjár.

Hetta er bert byrjanin, tí ynski hjá Edmundi Joensen er, at Ríkisfelagsskapurin skal seta ein havgranskingarstovn á stovn í Føroyum, har føroyskir, grønlendskir og danskir granskarar og granskingarstovnar samstarva um veðurlags- og umhvørvisgransking um okkara leiðir. Wammen tók væl ímóti uppskotinum.