13. juni 2012

Edmund J. í Suðurslesvík: - Góðir fyrimunir í fámentum samfeløgum

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Á vitjan í Suðurslesvík hevur fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, m.a. greitt frá, at smáu samfeløgini hava ymsar góðar fyrimunir fram um onnur


Um vikuskiftið vóru teir siðbundnu, árligu fólkafundirnir í Suðurslesvík.
 
Vanligt er, at útlendskir gestir eru við á fólkafundunum, og hesuferð luttók fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, í hátíðarhaldinum hjá dønum, sum búgva í Týsklandi beint sunnan fyri dansk-týska markið.
 
Hátíðarhaldið líkist í summar mátar Ólavsøkuni í Føroyum. Munurin er, at vit í Føroyum tjóðardagarnar minnast kristnu trúnna og norska Ólav kong Hin Heilaga, meðan tey í Suðurslesvík hátíðarhalda sínar donsku røtur og aldargamla tilknýti til Danmark.
 
Fyrimunurin hjá smáum samfeløgum
Fólkatingsmaðurin helt undir vitjanini røðu á tí nýggja miðnámsskúlanum, A. P. Møller Skolen, nærhendis Flensburg. A.P. Møller-Mærsk hevur fíggjað 100 prosent. Stásiligi skúlin sigst vera millum mest framkomnu í Europa og rúmar meira enn 500 næmingum.
 
Hann legði dent á, at í smáum samfeløgum, sum eru sárbær, er neyðugt við sterkari samanhangsmegi og samleika. Er styrkin stór, kunnu fyrimunirnir vera samsvarandi stórir í smáu samfeløgnum.
 
Í røðuni gjørdi Edmund Joensen nakrar samanberingar millum Suðurslesvík og Føroyar:

  • Í báðum samfeløgunum er íbúgvaratalið um tey 50.000
  • Bæði samfeløgini hava tilknýti til Danmark, tó á hvør sín hátt
  • Á mentunarliga, familjuliga og fíggjarliga/búskaparliga økinum hava bæði samfeløgini bond til Danmarkar
  • Í báðum samfeløgunum hava fólk eitt mál afturat móðurmálinum, og tí er tvímálsligheit eisini eitt felags evni

Tvímæli er fyrimunur
Um tvímæli segði fólkatingsmaðurin:
 
- Nýggj gransking bendir á, at tvímæli er ein styrki, eitt nú tí tvímælt duga betur at velja millum ymiskar hugsanarhættir. Tvímælt duga betur at fokusera og sálda óviðkomandi upplýsingar frá viðkomandi upplýsingum. Eisini sær út til, at tvímælt duga væl at "multitaska".
 
- Við øðrum orðum: bæði í Suðurslesvík og í Føroyum er mentala tilbúgvingin góð. Tað eiga vit at gleðast um, segði Edmund Joensen.
 
Hann tók samanum við at staðfesta, at tað eru fámentu samfeløgini í Føroyum, Grønlandi og í Suðurslesvík, sum í veruleikanum gera, at Kongaríkið er stórt í vavi, fjølbroytt og rúmligt.
 
Fólkafundarfólk tóku væl ímóti hesum sjónarmiðið
 
Hitti politikarar og embætisfólk
Politiski flokkurin hjá dønum í Suðurslesvík, SSW, er júst vorðin partur av nýggju samgonguni í Slesvík-Holstein, enntá við teirri avgerandi atkvøðuni í landspartatinginum í Kiel.
 
Flokkurin hevur eisini vunnið sær ein ráðharrasess, og tað gevur politikkinum í Suðurslesvík eina nýggja dimensjón og fleiri møguleikar fyri ávirkan.
 
Undir vitjanini í Suðurslesvík nýtti Edmund Joensen høvi at hitta suðurslesvíkskar og danskar politikarar og embætisfólk.
 
Flensburg er áhugaverdur býur við drúgvari søgu. Víkingar settu seg niður har í árinum 800.
 
Í næstum verður ein videofrásøgn frá vitjanini í Suðurslesvík almannakunngjørd á heimasíðuni www.edmundjoensen.fo.
 
Meira:
Les um Suðurslesvík
Vitja heimasíðuna hjá A.P. Møller Skolen
Flensborg Avis