27. august 2012

Ein av teimum stóru er farin

Hendinga gávuríki politikarin og grannskoðarin, Pauli Ellefsen, setti sítt eyðkenda merki á føroyskan politikk og samfelag í nógv ár, við tí sikti at gera tað liviligari og betri fyri føroyingar at hava eina ríka tilveru og eydnusamt lív heima í Føroyum


Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, er farin.
 
Harvið hevur ein av teimum stóru í nýggjari politisku søgu Føroya sett førningin frá sær.
 
Tey, ið kendu Paula Ellefsen, munnu vera á einum máli um, at hann var eitt sjáldsamt politiskt begávilsi og heilstoyptur politiskur leiðari.
 
Hann var vinaligur, vitugur og visti, hvat ið hann vildi.
 
Gløggur og greiður.
 
Støðufastur og skjótt hugsandi.
 
Familjumaður, lættur av lyndi og framúrskarandi vertskapsmaður.
 
Talaði landsins og floksins søk, so øll skiltu boðskapin.
 
Fram um alt var hann ein sannførdur og framfýsin sambandsmaður, ið setti Føroyar og føroyingar í miðdepilin.
 
Hetta var ein maður, ið fevndi breitt á so mangan hátt.
 
Vitug og mentað fólk
Joen Pauli Højgaard Ellefsen var bert 76 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Hann var føddur 20. apríl 1936 í Miðvági. Foreldrini vóru Sofía, fødd Højgaard, úr Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági. Pauli var elstur av átta syskjum.
 
Tryggleiki og kærleiki merktu uppvøksturin, og foreldrini løgdu tað góða niður í børnini.
 
Seinni Heimsbardagi endaði, tá ið Pauli Ellefsen var níggju ára gamal. Smádrongurin upplivdi stríðsárini, sum tey bert vóru vesturi í Vágum. Nógva fyritaksemið hjá bretum hugtók drongin.
 
Í Miðvági og í Rituvík vístu raskir menn og kvinnur veg. Ættfólk hansara kendu til lívsins viðurskifti úti og heima. Hetta vóru vitug og mentað fólk.
 
Valdi sjógvin
Sum flestir unglingar tá valdi eisini Pauli Ellefsen sjógvin. Miðskeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini William Martin í tvey ár, sum abbin, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti og reiddi út til fiskiskap undir Føroyum og Íslandi.
 
Pauli fór uppá skúla, lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara, meðani hann samstundis arbeiddi sum grannskoðari.
 
Pauli Ellefsen gjørdist ríkisgóðkendur grannskoðari í 1969, og hevði starv hjá grannskoðaravirkinum C. Jespersen í Keypmannahavn í nøkur ár. Pauli giftist við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen, í 1963, og tey bæði avráddu at flyta heim aftur til Føroya fyrst í sjeytiárunum. Familjan búsettist í Hoyvík. Har vuksu børnini upp, og har hava hjúnini búð síðani.
 
Grannskoðari í Føroyum
Pauli Ellefsen setti seg niður sum grannskoðari í Føroyum. Fyrst saman við Jógvani Sundstein fyrst í sjeytiárunum og síðani við egnum grannskoðaravirki í 1975.
 
Góðir grannskoðarar eru nágreiniligir, reiðiligir og álítandi. Tað frættist, at virkið hjá Paula bar hesar eginleikar í skjaldramerkinum. Pauli gekk ikki uppá akkord við fak ella sannføring.
 
Grannskoðaravirkið vaks, hóast stovnarin og stjórin fór upp í politikk miðskeiðis í sjeytiárunum. Pauli hevði gott fólk aftur at sær. Robert LeFevre var stjóri, meðan Pauli var í politikki. Ein sonur og síðani ein verdóttur komu sum frá leið upp í fyritøkuna, seinni eisini sum ríkisgóðkendir grannskoðarar.
 
Grannskoðaragerningin legði Pauli frá sær í 2006. Virkið var í góðum hondum.
 
Gávuríkt politiskt snarljós
Hendinga gávuríki grannskoðarin og sambandsmaðurin úr Miðvági kom sum eitt snarljós inn á politiska pallin í 1974. Sambandsveljarar bóru hann inn á ting við dyggari undirtøku. Pauli Ellefsen loysti Trygva Samuelsen av som formaður. Álitisstarvið røkti Pauli framúr væl í samfull 14 ár.
 
Ímeðan nógvir politikarar í dag tala til kenslur og fornemmilsir hjá fólki, lat Pauli Ellefsen seg ikki ávirka av slíkum. Avgerandi var, at tað gerst liviligari og betri fyri allar føroyingar at hava eina ríka tilveru og eydnusamt lív heima í Føroyum. Slíkur politikkur skuldi gjøgnumførast.
 
Ríkisfelagsskapin sá hann sum ta góðu skipanina við størri fyrimunum enn vansum. Eisini Pauli tók undir við, at felagsskapurin skal ikki gerast upp í krónum og oyrum.
 
Afturat tí rótfesta hugsjónarliga góðsinum vísti Pauli Ellefsen í valstríði og politiskum virksemi heilt nýggjar taktir í føroyskum politikki.
 
Gávurnar vóru góðar at tala við einstaklingar, fjøldir og fjølmiðlar, so øll skiltu og mintust boðskapin. Lættan og beinraknan penn. Fór hittinorðaður beint til sakina, gjørdi stutt av, og øll lósu. Tað var ikki vanligt tá.
 
Nógv minnast famøsu "lagkøkurøðuna", sum Pauli skar í stykkir í einari røðu undir tinghúsinum arbeiðaradagin tann 1. mai eitt árið. Tann røðan er skúladømi fyri politikarar víða hvar.
 
Politikkurin og eyðsýndu evnini hjá formanninum at samskifta "krystalklárt", ið hann plagdi at taka til, førdu Sambandsflokkin til fleiri framúr góð úrslit á løgtingsvalum og - ikki minst - valum til Fólkatingið.
 
Í fleiri ár var Pauli Ellefsen burturúr tann sterkasti politikarin í Føroyum. Av tí sama var hann ikki altíð líka væl lýddur millum politisk mótstøðufólk. Hesi bæði ganga ofta hond í hond, men tað nervaði ikki Paula. Hann var lættur av lyndi og tók ikki seg sjálvan hátíðarliga.
 
Avbjóðandi løgmanstíð
Løgtingið valdi Paula Ellefsen til løgmann í januar 1981.
 
Á fleiri økjum ruggaði ikki rætt í Føroyum tá heldur. Tað kann tykjast púra øvugt, men ein stór avbjóðing var at gera skilnað millum alment og privat. Bland var í ólukkumát komið í interessurnar.
 
Seks ár frammanundan fóru fiskimørkini út á 200 fjórðingar, og stórur partur av føroyska fjarfiskiflotanum kom heim av fjarleiðum og í føroyskan sjógv at fiska.
 
Tað kravdi sín mann at stýra í einari tíð, har ið alt ov nógv skip, og við teimum hópin av familjum, vóru tengd at fiskatilfeinginum, ið ikki rakk til øll.
 
Landsstýrið hjá Paula Ellefsen vildi avmarka trýstið á føroysku grunnarnar, og bert skip, ið vórðu bygd í Føroyum, fingu loyvi at koma í føroyskan sjógv at fiska.
 
Pauli hevði fíggjarligt skil sum fáur. Tí var so upplagt, at tað var undir hansara leiðslu, at sonevnda samtíðarskattaskipanin kom.
 
Neyvan er av leið at siga, at Pauli Ellefsen var fyrsti politikarin, sum alment førdi fram, at Føroyar skuldu hava arbeiðsloysistrygging. Hetta var longu í sjeytiárunum, men undirtøka fekst tíverri ikki fyri tí tankanum.
 
Pauli Ellefsen hevði stórt professionelt og politiskt kontaktnet, bæði heima og altjóða. Í Fólkatinginum hevði hann sæti í 12 ár, har ið hann vann sær virðing umframt vinir fyri lívið, tvørtur um floks- og hugsjónarmørk. Vinstramenninir Uffe Elleman-Jensen, Ivar Hansen og Henning Christophersen vóru í velmaktini tá, og Pauli taldi teir millum sínar vinir.
 
Stutt eftir, at undirritaði kom í Løgtingið í november 1988, upplivdist ein álvarsamur Pauli Ellefsen siga: "Nú snýr tað seg ikki um at reka partapolitikk. Tað snýr seg um at tveita alt til viks fyri at bjarga Føroyum". Fá lurtaðu, men ein framsíggin Pauli fekk rætt. Tíverri.
 
Familjukærur vinmaður
Sína politisku nøs varðveitti gamli floksformaðurin alt lívið. Analysur av heimligum og alheims politikki og samfelagsviðurskiftum vóru knívskarpar. Hann fylgdi væl við og hevði sínar kvalifiseraðu meiningar um flest øll viðurskifti.
 
Sum vinmaður var Pauli altíð áhugaverdur og stuttligur at vera saman við. Í vertskapi var hann ein savnandi persónur, ið hegnisliga lyfti okkum onnur upp hagar, ið tað veruliga er skemtiligt at vera.
 
Hvønn sunnumorgun, tá tað bar honum til, var Pauli í kirkju. Tey gomlu løgdu niður í børnini eitt samband við Várharra, og hetta hevði týdning fyri hann.
 
Familjan var altíð dýrabær. Komin nakað til árs hjúklaðu Pauli og Henni nú um ommu- og abbabørnini. Ofta hitti tú Paula á máli á veg í ella úr barnagarði ella skúla við onkrum abbabarni. Tey smáu veittu ommuni og abbanum størstu gleði. Eyðsýnt eydnuríkur greiddi hann í telefonini úr Buena Vista frá góðum døgum saman við familju, børnum og barnabørnum suðuri í Spania, har ið familjan hevur summarhús.
 
Tómrúmið eftir Paula verður stórt hjá tykkum, ið eftir sita. Maðurin, pápin og abbin fór brádliga og ov tíðliga um sýn, og svárur saknur er í honum. Tó, góð minni veita linna og vissu fyri, at Pauli livdi eitt fult og gott lív, og at tit livdu tað saman við honum.
 
Sambandsflokkurin ber við hesum Paula Ellefsen eina seinastu heilsan.
 
Hvíl í friði, góði vinur og stríðsfelagi.
 
Edmund Joensen, fólkatingsmaður