17. mars 2023

Skrivstovufólk til Sambandsflokkin á Fólkatingi

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum skrivstovufólki at byrja á skrivstovuni 1. mai ella sum skjótast til ber.

 

Sum skrivstovufólk hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Starvsfólkahópurin hjá okkum arbeiðir tætt saman, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum á skrivstovuni á Christiansborg.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

- Hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki
- Hevur góð samstarvsevni
- Arbeiðir sjálvstøðugt
- Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum
- Megnar at hava fleiri bóltar í luftini
- Ert ábyrgdarfull/fullur

Praktiskar upplýsingar
Talan er um eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá Sambandsflokkin á Fólkatingi, sum liggur á Christiansborg í Keypmannahavn.

Lønin verður sett sambært avtalu.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Jógvan Jall í Dímun á teldupost: jogvan.dimun@ft.dk í seinasta lagi 10. apríl 2023. Skriva “Skrivstovufólk” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi og sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Jall á tlf.+45 6162 4471.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.