14. mars 2023

Starvslesandi til Sambandsflokkin á Fólkatingi

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum starvslesandi at byrja á skrivstovuni á Christiansborg aftaná summarferiuna.

Sum starvslesandi hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Tú fert at arbeiða tætt saman við bæði fólkatingsumboðnum og starvsfólkahópinum hjá Sambandsflokkinum, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum, vit hava á skrivstovuni.

Tú sleppur at granska og fara í djúpdina við einum evni. Arbeiðsuppgávurnar eru tengdar at eini verkætlan, har tú sleppur at vera við í tilgongdini frá byrjan og sjálv/ur í stóran mun leggja verkætlanina til rættis.

Útbúgving
Tú hevur lisið í minsta lagi í tvey ár og ert sostatt annaðhvørt á seinasta árinum av bachelorútbúgvingini ella farin í gongd við kandidatlesnaðin á eini akademiskt viðkomandi útbúgving.

Vit vænta, at tú:

- hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki
- hevur góð samstarvsevni
- arbeiðir sjálvstøðugt
- ert nærløgd/lagdur
- hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

Praktiskar upplýsingar
Arbeiðstíðin er fulla tíð og er ólønt. Tó kann samsýning latast eftir galdandi reglum. Starvstíðin er seinna lestrarhálva í 2023. Tað er krav, at starvssetanin er góðkend av útbúgvingarstovninum og ikki seinkar útbúgvingina hjá tí starvslesandi. Starvsstaðurin er Sambandsflokkurin á Fólkatingi á Christiansborg í Keypmannahavn.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Jógvan Jall í Dímun, jogvan.dimun@ft.dk í seinasta lagi 15. apríl 2023. Skriva “Starvslesandi” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Jall á tlf. +45 6162 4471

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.