24. august 2022

Sambandsflokkurin ella Tjóðveldi - menning ella avhøvding

Í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið kl.18 var eitt longri innslag um komandi fólkatingsvalið. Tað er gleðiligt, at Kringvarpið raðfestur fólkatingsvalið, men at kalla sjálvt fólkatingsvalið eina víðkaða veljarakanning fyri løgtingsvalið er at halda fólkatingssessirnar fyri gjøldur.

 

Fleiri ting komu fram í innslagnum í gjár, m.a. at eg ikki stilli uppaftur, og at nýggjar kreftir í Sambandsflokkinum skulu til. Men so varð spátt burtur úr ongum, at Tjóðveldið fer at vinna annan fólkatingssessin saman við Javnaðarflokkinum - ein margháttligur spádómur, spyrst tú meg - og sagt varð, at Tjóðveldi skilur seg frá Sambandsflokkinum, tí tey ikki vilja “brúka danskar pengar”.

Har leyp ketan av hjá mær. Tað er heilt einfalt ikki rætt, at Tjóðveldi ikki hevur áhuga í at brúka danskar pengar. Hjá Tjóðveldinum skal hendan innskavanin bert henda fyri afturlatnum hurðum, eins og hon verður sópað inn undir gólvteppið. Øll vita jú, at størsti munurin á flokkunum báðum er, at Sambandsflokkurin vil menna ríkisfelagsskapin, meðan Tjóðveldi vil avtaka hann.

Teir loyniligu pengarnir
Tað passar ikki inn í ta tjóðveldsku ideologiina um, at Føroyar skulu verða sjálvbjargnar, at Føroyar skulu hava minst møguligt við Danmark at gera, og at tey als ikki vilja hava danskar pengar til Føroyar. Tað er bara ikki sannleikin - Tjóðveldi biður um og fær danskar pengar, men tey lýsa ikki við tí.

Hava fólk longu gloymt, hvussu Magni Arge kom dragsandi við Carles Puigdemont bæði til Danmarkar og Føroyar fyri danskar pengar?

So um neyð lærir nakna kvinnu at spinna, man standa illa til hjá Tjóðveldinum, tí teirra fólkatingspolitikkur er tað reina spinn.

Til dømis fekk Magni Arge pengar til orðabók og talgilding av føroyskum skjølum í ríkisarkivinum, sum eru góð mál og gagna føroyingum, men tey eru ikki í tráð við tjóðveldisideologiina og verða tískil tagd burtur. Og propagandaferðin hjá Carles Puigdemont var fíggjað av donskum pengum - men kanska er tað dupult so gott, tá Tjóðveldi brúkar danskar pengar. Ella er tað bara dupultmoralskt?

At Sambandsflokkurin við góðum samstarvi og einum semjusøkjandi anda søguliga hevur víst seg at fáa meira burturúr samráðingunum enn Tjóðveldi nakrantíð hevur megnað, er ein heilt onnur søga. M.a. hevur Sambandsflokkurin fingið fíggjað Havgranskingarverkætlanina, sum varð nevnd í útvarpinum í gjár, fyri meira enn 40 mió. kr., men eisini hevur Sambandsflokkurin t.d. fingið fígging til nýggja bussin til sjúklingahotellið í Keypmannahavn og eina ríkisfelagskaps-filmspulju millum mong onnur ting.

Um eg skuldi uppremsa øll mál, sum eg havi fingið framt á Fólkatingi í gjøgnum árini, hevði hendan greinin verið dupult so long. Men felagsnevnarin fyri øll hesi mál, er, at tey eru til frama fyri føroyingar og ríkisborgarar í heila tikið.

Eingin natúrligur arvtakari?
Eitt annað, sum eg stúrsaðist yvir í innslagnum, var tá sagt var, at eingin natúrligur arvtakari er til Sambandssessin á Fólkatingi, nú eg ikki stilli upp aftur.

Eg havi longu gjørt tað greitt, at Anna Falkenberg eftir mínum tykki er mín natúrligi arvtakari. Anna hevur fingið politikk inn við móðurmjólkini, og hevur verið virkin í politikki, síðani hon var heilt ung. Harafturat er hon útbúgvin stjórnmálafrøðingur og kennir skipanina á Fólkatingi út og inn. Eg havi fult álit á, at hon fer at røkja starvið væl og fer at halda fram við semjusøkjandi leistinum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi er garantur fyri. 

Uttanríkispolitikkur og trygdarmál hava seinnu árini fingið størri týdning enn nakrantíð fyri føroyingar. Tað er av alstórum týdningi at verða sjónligur á hesum málsøkjum, og ikki minst at hava eitt umboð á fólkatingi, ið fer til arbeiðið við einum semusøkjandi leisti og ætlan um at loysa teir trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp, í staðin fyri at skapa teir.

Sambandsflokkurin arbeiðir fyri at betra um viðurskiftini hjá føroyingum, og Sambandsflokkurin samstarvar við donsku stjórnina, heldur enn at arbeiða ímóti henni. Ríkisfelagsskapurin stendur sterkari saman, og ríkispartarnir arbeiða tættari saman nú enn nakrantíð áður. Menningin er í gongd - Sambandsflokkurin tryggjar, at hon heldur fram.

Tí eigur Sambandsflokkurin at hava eitt umboð á Fólkatingi.

Edmund Joensen