26. februar 2021

Føroyar í Norðurlandaráðnum: - Vit eiga at gjalda fyri okkara egnu umboðan.

Ráðharri í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen, stuðlar føroyska ynskinum um ein styrktan føroyskan leiklut í Norðurlandaráðnum og letur upp fyri, at føroyingar fáa størri rásarúm innanfyri núverandi karmar. Nú eiga vit at vísa initiativ og byrja at gjalda fyri okkara egnu umboðan, heldur Edmund Joensen.

Edmund Joensen saman við Bertel Haarder, presidenti í Norðurlandaráðnum, til sessión í Stockholm.

Edmund Joensen sendi herfyri ein §20-spurning til ráðharra í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen, har hann spurdi ráðharran, um hann stuðlar føroyska ynskinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Ráðharrin vísir á í svarinum, sum nú er komið, at danska stjórnin stuðlar eini menning av einum styrktum føroyskum leikluti í arbeiðnum, og at stjórnin letur upp fyri størri rásarúmi hjá føroyingum í Norðurlandaráðnum. Føroyski leikluturin í Norðurlandaráðnum skal virka innan fyri núverandi karmarnar, vísir ráðharrin á. 

- Tað sigur seg sjálvt, at ein og hvør avgerð um altjóða føroyskan limaskap skal takast innan fyri rammurnar av okkara felags grundlóg, og vit halda, at hyggjast skal at Helsingfors-avtaluni, sum er nuverandi karmur um norðurlendska samstarvið. Ein loysn eigur at verða funnin hesum viðvíkjandi, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Edmund Joensen vísir á, at umframt stabilitet, eina rødd í norðurlendskum høpi og eitt ment samstarv, hevur Norðurlandaráðið givið Føroyum nógv - serliga á mentanarøkinum har vit millum annað fingu Norðurlandahusið í síni tíð.

Eitt næsta stig hjá føroyingum eigur tí at vera at byrja at gjalda fyri okkara egnu umboðan.

- Tíðin er komin til at gjalda fyri okkara egnu umboðan, og á tann hátt vísa álvaran til ynskið um fullgildan limaskap og okkara vilja til arbeiðið í Norðurlandaráðnum, samstundis sum vit gleðast um, at danska stjórnin letur upp fyri at geva okkum størri rásarúm, og stuðlar eini menning av tí føroyska leiklutinum í hesum samstarvi, sigur hann. 

Helsingfors-avtalan myndar rammurnar fyri norðurlendska samstarvið, og hon varð gjørd í 1962. Avtalan er fleiri ferðir broytt síðani tá, seinast í 1996.